Kringvarpið vísir dokumentarrøð hjá TV2 um málið í Hvannasundi

Kringvarpið vísir dokumentarrøð hjá TV2 um málið í Hvannasundi
Hóskvøldið vísir KVF fyrsta part av donsku dokumentarrøðini “Druknet” um illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen var funnið druknað
Mynd: TV2  
 
20.04.2022 - 16:11

Danska TV2 hevur sett sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði. 

Kringvarpið hevur fingið rættindini at senda allar fimm partarnar av dokumentarrøðini komandi fimm hóskvøldini.

Fyrsti partur verður sendur í sjónvarpinum í annaðkvøld, hóskvøldið 21. apríl, klokkan 20.15. Partarnir verða endursendir sunnukvøld. Kringvarpið hevur ikki rættindi at leggja røðina á heimasíðuna. 

 

Søgugongdin

Dokumentarrøðin snýr seg um hendingina í Hvannasundi í 2012, tá ið 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen hvarv. 

Hálvtannað samdøgur seinni varð líkið funnið í sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund.

Niðurstøðan hjá løgregluni var, at hon var deyð fyri egnari hond. 

Í kamarinum hjá Mariu finna tey dagbókina hjá henni, og har verður eitt forelskilsi avdúkað.

Fyrrverandi unnusti hennara er týðiliga merktur av, at Maria er deyð, og spurningurin er, um hann ber eitt tungt loyndarmál um ta náttina, tá Maria hvarv.

Station 2 hjá TV2 gjørdi kanningararbeiði til dokumentarrøðina í tvey ár. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283