Aksel vísir eisini uppskotinum frá sær

Aksel vísir eisini uppskotinum frá sær
Formaðurin í Javnaðarflokkinum tekur heldur ikki undir við uppskotinum um eitt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin, tí hetta ráðið hevði eina mest umboðað donsk áhugamál.
 
29.06.2022 - 08:16

Ein ráðharri fyri ríkisfelagsskapin umboðar ikki Føroya fólk, men tað umboðar fólkið í Danmark og donsku stjórnina.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum eisini vísir uppskotinum um eitt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin frá sær. 

- Vit føroyingar síggja ikki eina danska stjórn sum okkara stjórn, tí hana hava vit ikki valt. Ein slíkur ráðharri hevði tí ikki umboðað føroyingar, men heldur hevði hann umboðað tí donsku stjórnina, sigur Aksel V. Johannesen. 

Løgmaður einsamallur

Løgmaður og Sambandsflokkurin eru tískil einasti av stóru flokkunum sum heilsa uppskotinum vælkomið.

Løgmaður kallaði tað eitt skilagott uppskot, sum hevði gjørt bæði samstarv og samskifti lættari

Stóru flokkarnir taka ikki undir við uppskotinum

Og eins og formaðurin í Javnaðarflokkinum, so heldur formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, at eitt slíkt aðalráð er púra óneyðugt.

Christian Andreasen metir ikki, at samstarvið londini millum tørvar hjálp, og harnæst segði formaðurin í Fólkaflokkinum, at sjálvbjargni eigur at vera aðalmálið hjá Føroyum.

Eisini Høgni Hoydal, formaðurin í Tjóðveldi, hevur víst uppskotið frá sær, og sambært honum er uppskotið imperialistiskt.

Øvugt úrslit

Endamálið við uppskotinum er at knýta Danmark og Føroyar tættari, segði Rasmus Jarlov úr Konservativa flokkinum. Men úrslitið hevði verið tað øvugta, sigur Aksel V. Johannesen.

- Vit halda ikki, at hetta hevði styrkt um ríkisfelagsskapin. Tvørturímóti. Álit hevur týdning. Og eg ivist í, um Grønland hevði havt álit á einum føroyskum ráðharra at umboða seg og taka avgerðir um grønlendsk viðurskifti. Eins og vit neyvan høvdu havt álit á einum donskum ella grønlendskum ráðharra at taka avgerðir um føroysk viðurskifti, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

Sambært Akseli V. Johannesen er tað av stórum týdningi at hava greiðan skilnað millum partarnar, tí áhugamálini millum Føroyar og Danmark kunnu vera mótstríðandi. 

- Tað er ikki altíð, at Danmark, ES og Føroyar hava somu áhugamál. Tí er tað týdningarmikið, at vit í Føroyum - umvegis landsstýrið - umboða okkara egnu áhugamál, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958