- Púra óneyðugt við aðalráði fyri ríkisfelagsskapin

- Púra óneyðugt við aðalráði fyri ríkisfelagsskapin
Tað sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, um uppskotið hjá Konservativa flokkinum at stovna eitt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin.
Formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, heldur, at Føroyar skulu hava sum aðalmál at gerast meira sjálvbjargnar. Eitt slíkt aðalráð hevði ikki framt slíkt mál.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.06.2022 - 12:12

Konservativi flokkurin í Danmark hevur skotið upp at seta á stovn eitt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin. Eitt uppskot, sum løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, annars var sera fegin um og tók undir við

- Sum útgangsstøði haldi eg tað vera eitt skilagott uppskot. Tað at savna kreftirnar á einum stað fer at gera bæði samskifti og samstarv lættari, segði Bárður á Steig, løgmaður, um uppskotið.

Tekur ikki undir við uppskotinum

Men formaðurin í Fólkaflokkinum er ikki samdur. Tvørturímóti. 

- Tað haldi eg ikki vera eitt gott hugskot. Vit hava rættiliga greiðar linjur millum Føroyar og Danmark, sigur Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Hann vísir á, at flestu málsøkini longu eru yvirtikin. Fyri tey, sum vanta - t.d. verjumál og løgreglumál, krevst nógv samskifti við ymsu donsku ráðini, sum varða av teimum málum. Eitt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin hevði tí, sambært Christian Andreasen, gjørt støðuna alt meira ógreiða. 

Samstarvið tørvar ikki hjálp

Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at samstarvið millum Føroyar og Danmark er gott. Tað er ikki tørvur á stórvegis hjálp. 

- Mær vitandi er samstarvið gott, so tað er ikki neyðugt at gera eitt serligt aðalráð burturúr tí. Eg haldi ikki, at tað er eitt gott uppskot, sigur Christian Andreasen.

Hann heldur eitt slíkt aðalráð hevði verið eitt óneyðugt bindilið millum londini. 

Skulu vera meira sjálvbjargin

Rasmus Jarlov úr konservativa flokkinum segði sunnudagin, at endamálið við uppskotinum eisini var at knýta Føroyar og Danmark tættari saman. Men heldur ikki hesum, er sambært Christiani Andreasen tørvur á. 

- Vit í Føroyum mugu hava sum aðalmál at gerast meira sjálvbjargin. Harvið eisini royna at yvirtaka tey málsøki, sum eftir eru. Heldur skulu vit royna at fáa eina natúrliga gongd á, soleiðis at vit kunnu taka størri og størri ábyrgd av okkara samfelag, sigur Christian Andreasen.

Og hóast Konservativi flokkurin og Fólkaflokkurin samstarva á nøkrum økjum, so var Fólkaflokkurin ikki spurdur til ráðs um ítøkjuliga uppskotið frá Konservativa flokkinum, sigur Christian Andreasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521