Søguliga lítið arbeiðsloysi

Søguliga lítið arbeiðsloysi
Søguliga hava tað ongantíð verið færri arbeiðsleys í Føroyum enn nú, so langt aftur, sum Hagstova Føroya hevur skrásett.
 
05.07.2022 - 17:12

Arbeiðsloysið í Føroyum er í løtuni søguliga lítið.

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at arbeiðsloysið í apríl var 0,9 prosent, svarandi til 256 fulltíðararbeiðsleys.

So lítið hevur arbeiðsloysið ikki verið síðani desember í 2019, sambært nýggjastu uppgerðini hjá stovninum.

Arbeiðsloysið er minkað støðugt seinastu árini. Tað vaks, tá ið korona kom, men arbeiðsloysið er síðani minkað aftur.

Søguliga hava tað ongantíð verið færri arbeiðsleys í Føroyum enn nú, so langt aftur, Hagstova Føroya hevur skrásett tølini.

Hagstovan hevur skrásett arbeiðsloysið síðani apríl 1995. Tá var arbeiðsloysið 14,9 prosent.

Fólk eru at meta sum arbeiðsleys, tá ið tey eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum, og tey eru fult tøk at arbeiða og eru arbeiðssøkjandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444