- Hámark er burðardygg og skynsom loysn

- Hámark er burðardygg og skynsom loysn
Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Fiskimálaráðið skjýtur upp, at árligt hámark verður sett á springaraveiðuna
 
11.07.2022 - 14:35

Landsstýrið skjýtur nú upp at avmarka springaraveiðuna til 500 springarar um árið komandi tvey árini.

Tað stendur í hoyringaruppskoti frá Fiskimálaráðnum. Uppskotið kemur í kjalarvørrinum av springaradrápinum í Skálafirði.

Sambært verandi stovnsmetingum hjá NAMMCO kunnu veiðast 825 springarar árliga, men meðan nýggjar stovnsmetingar verða gjørdar, velja vit at seta markið heldur lægri, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

- Tað er grundað á varsemi, at vit nú seta eitt hámark. Hyggja vit eftir veiðuni seinastu fimm árini, so er miðaltalið fyri veiðuna lægri enn 500, og tá er seinasta stóra springaradrápið talt við, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Sambært Árna Skaale gevur hámarkið tí at kalla ongar trupulleikar, um veiðan næstu árini fer at líkjast veiðuni hesu síðstu árini.

Springarar

Caption: 
Springaradrápið á Skálafjørðinum um heystið í 2021, tá 1428 løgdu beinini, var og verður enn prátað nógv um. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tað var í september í fjør, at 1428 løgdu beinini í Skálafirði, og hetta stóra drápið fylti nógv í miðlunum  bæði her heima og úti í heiminum. Eitt slíkt hámark, sum landsstýrið nú skjýtur upp, merkir samstundis, at stór springaradráp ikki eru møgulig.

- Avmarkingin ger samstundis, at vit ikki fáa eitt eins stórt springaradráp, sum vit sóu í fjør, sigur Árni Skaale.

Kortini er endamálið við avmarkingini sambært landsstýrismanninum ikki at forða teimum stóru drápunum. Heldur er endamálið at borga fyri og tryggja eina burðardygga veiðu.

- Vit eiga at veiða burðardygt og skynsamt, og tað eigur at vera meginreglan fyri allari føroyskari veiðu. Við at seta eitt hámark tryggja vit okkum samstundis, at veiðan er burðardygg og skynsom, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418