Guterres skelkaður

Guterres skelkaður
ST-aðalskrivarin Antonio Guterres er skelkaður um russiskt rakettálop í gjár
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.07.2022 - 10:14

ST-aðalskrivarin Antonio Guterres er skelkaður um russiska rakettálopið í gjár á ein ukrainskan stórbý. 

Tríggjar russiskar rakettir raktu ein skrivstovubygning, og fleiri bygningar í grannalagnum fingu skaða í býnum Vinnytsia har vesturi í Ukraina.

23 fólk lógu eftir á,  m.a. trý børn, og meira enn 100 fólk vórðu særd, siga ukrainskir myndugleikar.

Býurin liggur í útsynning úr Kyiv og langt burtur frá hermótinum í eystur-Ukraina. 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at hetta er yvirgangur.

Russiska verjumálaráðið, sum sýtur fyri at hava sivilfólk sum mál, hevur enn ikki gjørt viðmerkingar um álopið, skrivar BBC.

Umsitingin hjá ukrainska forsetanum sigur, at Kalibr-krússararakettir vórðu brúktar, og tær vórðu skotnar frá einum kavbáti í Svartahavi.

- Eftir hetta kann eingin vera í iva um, at tørvur er á serligum dómstóli fyri russisku álopini á Ukraina alt fyri eitt, sigur Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina.

Í fráboðan frá talsfólkinum hjá Guterres stendur, at aðalskrivarin fordømir eitt og hvørt álop móti sivilum ella sivila undirstøðukervinum. 

Hann endurtekur eisini, at tey, sum fremja slíkar illgerðir, skulu standa til svars fyri tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283