SAS flýgur aftur

SAS flýgur aftur
Flogfelagið og fakfeløgini hjá flogskiparunum eru í nátt vorðin samd um ein nýggjan sáttmála, og harvið er verkfallið av
 
19.07.2022 - 09:59

Verkfallið hjá flogskiparunum í skandinaviska flogfelagnum, SAS, er av.

Flogfelagið og fakfeløgini hjá flogskiparunum eru í nátt vorðin samd um ein nýggjan sáttmála, og harvið er verkfallið av.

Tað skrivar SAS í einum tíðindaskrivi í morgun.

Verkfallið hevur vart í 15 dagar, og SAS fer at taka flúgvingina uppaftur skjótast gjørligt, skrivar Ritzau.

 

Fimm ára sáttmáli

Nýggi sáttmálin hjá flogskiparunum er galdandi í fimm ár, og í sáttmálanum hevur bjargingarætlanin SAS-forward stóran týdning.

Í tíðindaskrivinum ljóðar, at nýggi sáttmálin gevur "tann frið og forsøgni, ið møguligir keyparar krevja."

Tey fýra fakfeløgini, flogskipararnir eru limir í, skulu nú formelt góðkenna nýggja sáttmálan millum SAS og flogskipararnar.

 

Uppsøgnir orsøkin

Ein orsøk, til ósemjuna millum SAS og flogskipararnar, var, at SAS mátti siga upp umleið helvtina av flogskiparunum, tá ið korona kom.

Tá varð eisini avtala gjørd um, at teir skuldu setast aftur, tá ið brúk var fyri teimum.

Flogskipararnir vóru millum annað ónøgdir við, at SAS setti flogskiparar aftur við øðrum treytum í dóttirfeløgunum, SAS Link og SAS Connect, heldur enn í SAS Scandinavia.

SAS

 

Kostaði eina milliard krónur

Í tíðindaskrivinum ljóðar, at verkfallið hevur kostað SAS meira enn eina milliard danskar krónur.

Umleið 3.700 flogfør eru avlýst síðani verkfallið byrjaði, og 380.000 ferðafólk eru ikki sloppin at ferðast, sum tey ætlaðu.

Einki flogfar hjá SAS er komið í Vágar síðani verkfallið byrjaði 4. juli, men sambært yvirlitinum hjá Vága Floghavn kemur eitt flogfar í Vágar á døgurða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949