Lata væl at fyrsta túrinum

Lata væl at fyrsta túrinum
Akraberg hevur 860 tons av fyrsta túrinum í Barentshavinum
Akraberg hevur 860 tons av fyrsta túrinum í Barentshavinum.
 
17.08.2022 - 18:00

Í morgin kemur Akraberg á Fuglafjørð av fyrsta túrinum í Barentshavinum. Hetta er fyrstu ferð, at nýbygdi Akraberg kemur til Føroya. 

Tann 5. juli legði Akraberg frá landi í Brattvåg, nærindis Ålesund í Noregi, har trolarin er smíðaður.

 Akraberg fór beinleiðis av skipasmiðjuni á fiskileið, og hevur verið ein mánað í Barentshavinum. Teir hava  860 tons í lastini.

Og túrurin hevur hilnast væl, sigur skiparin, Eyðun á Bergi:

 

Eydun_til_net_1

 

Akraberg er verksmiðjutrolari, og er fyrsta skipið, ið Framherji hevur latið bygt. Nýggi Akraberg kostaði umleið 317 milliónir krónur.

Eftir ætlan skal trolarin royna eftir rækjum í apríl og mai, og hinar mánaðirnar verður fiskað eftir botnfiski, eitt nú toski, hýsu og upsa:

 

Akraberg_2

 

Akraberg verður á Fuglafirði seinnapartin í morgin. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV