Farsóttarøkið verður yvirtikið næsta ár

Farsóttarøkið verður yvirtikið næsta ár
Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi 1. mai 2023
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur fleiri ferðir víst á, at farsóttarøkið eigur at vera so nær við avgerðarmyndugleikan sum til ber. Nú er ætlanin at yvirtaka málsøkið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.09.2022 - 15:28

Nú kemur farsóttarøkið á føroyskar hendur.

Landsstýrið hevur lagt fram uppskot um at yvirtaka málsøkið 1. mai í 2023.

Í koronutíðini hevur tað verið ein avbjóðing, at farsóttarmálsøkið er á donskum hondum.

Tá ein farsótt herjar, skulu skjótar avgerðir takast. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur ført fram, at tað er neyðugt, at avgerðarmyndugleikin í farsóttarmálum er, har avgerðirnar verða tiknar, tað er á føroyskum hondum.

Landsstýrið er samt um, at hetta er rætta leiðin at ganga.

 

Fútin og landslæknin framvegis limir

Farsóttarøkið fevnir um øll viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Yvirtøkan fer kortini ikki at fevna um líkskoðan, líkkanning og rættarlæknafrøðiliga økið. 

Arbeiðsuppgávurnar á farsóttarøkinum eru millum annað tætt knýttar at arbeiðsuppgávunum hjá løgregluni, tí løgreglan handhevjar tær reglur, sum myndugleikarnir skriva út, eitt nú á farsóttarøkinum.

Ætlanin er, at bæði fútin og landslæknin eisini eftir yvirtøkuna skulu vera limir í farsóttarnevndini.

Uppskotini um yvirtaka farsóttarøkið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hava lagt fram, fáa fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444