1300 næmingar til landsroynd

1300 næmingar til landsroynd
Hetta eru royndirnar, sum skuldu vera í mai
Landsroyndir eru í fimta til sjeynda flokki í fólkaskúlanum hesa vikuna. Henda myndin er úr Skúlanum á Fløtum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2022 - 11:30

Í hesari vikuni eru stívliga 1300 næmingar í fimta ella sjeynda flokki fólkaskúlans til landsroynd.

Hetta eru landsroyndirnar, sum skuldu vera í mai, men korona útsetti. Og tað eru royndirnar, sum vóru klárar í mai.

Tær eru ikki broyttar, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, við Skúlablaðið.

Ætlanin er at hava landsroyndir í framtíðini á sama hátt sum nú.

Arbeitt verður alla tíðina við at menna uppgávurnar. 

Yvirskipað kann landsstýrismaðurin koma við uppskotum um broytingar, tí landsroyndirnar eru ásettar í lóg. 

Eyðun Gaard sigur, at landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða fólkaskúlalógina.

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndir frá landsroyndini í Skúlanum á Fløtum fyrrapartin.

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958