Skal svara fyrispurningi um Etiska ráðið

Skal svara fyrispurningi um Etiska ráðið
Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, grein 52 fyrispurning
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum
 
19.09.2022 - 16:17

Hvørjar eru sakligu grundgevingarnar fyri tilnevningini av nýggja formanninum og nýtilnevndu limunum í Etiska ráðnum?

Millum annað hesum spurningi skal Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður nú svara.

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hevur sett honum ein grein 52 fyrispurning um nýggju limirnar í Etiska ráðnum, har hann millum annað spyr, hví landsstýrismaðurin hevur koyrt seks av níggju limum í ráðnum frá.

 

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður.

 

Undran og ørkymlan

- Avgerðin um at koyra ráðslimirnar frá hevur elvt til undran og ørkymlan millum fólk, sigur løgtingslimurin millum annað í viðmerkingunum.

Tað var fríggjadagin, at seks av níggju limum í Etiska Ráðnum fingu at vita, at tey eru send til hús 1. oktober.

Anne Mette Greve Klemensen, sum var forkvinna í ráðnum, var millum teirra, sum fingu uppsøgn frá landsstýrismanninum.

- Eg undrist og rokni við, at talan man vera um eina misskiljing, av tí at mítt valskeið er fýra ár, sigur Anne Mette Greve Klemensen.

1. oktober eru júst tvey ár síðani hon tók við sum forkvinna í Etiska Ráðnum.

 

Talan um misskiljing

Landsstýrismaðurin segði fríggjadagin, at talan mundi vera um eina misskiljing:

- Eg havi fingið at vita, at Anne Mette Greve Klemensen skuldi bara sita í tvey ár, og tað havi eg tikið til eftirtektar. Eg noyðist at halda meg til lógina og til ta fakligu ráðgevingina, sum eg fái, sigur hann.

- Støðan var tann, at undanfarna forkvinna fór frá eftir tveimum árum, og Anne Mette Greve Klemensen tók við. Tí var hennara skeið bara tvey ár, segði landsstýrismaðurin.

Til nýggjan formann í Etiska ráðnum hevur Kaj Leo Holm Johannesen valt Berg Debes Joensen, sóknarprest.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444