Eingi framstig í makrelsamráðingum

Eingi framstig í makrelsamráðingum
Samráðingarnar halda fram í London fyrst í desember
Tað gongst illa at fáa stranadarlondini at semjast um makrelin, men roynt verður aftur 5. og 6. desember.
 
11.11.2022 - 11:18

Eingi framstig vóru gjørd í makrelsamráðingunum í London fyrst í vikuni.

Støðan er tann sama, sum hon var eftir næstseinasta umfar, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum:

 

11112022_Arni_1


Nú verður togast um, hvussu stóran part hvørt land skal fáa, og tað er helst orsøkin til, at samráðingarnar eru trekari, sigur landsstýrismaðurin:

 

1112022_Arni_2

 

Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Umleið 10 ár eru síðani, Føroyar fingu eina væl størri makrelkvotu, enn vit høvdu frammanundan. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil ikki siga, um hini londini krevja meir av okkara kvotu:

 

11112022_Arni_3

 

Samráðingar um makrelin vera aftur í London 5. og 6. desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418