Flokkarnir vísa á samráðingarleiðara fyrrapartin

bannari
Flokkarnir vísa á samráðingarleiðara fyrrapartin
Fyrsti løgtingsfundur í hesum valskeiðinum verður 22. desember
Fyrrapartin fara flokkarnir, ein og ein, til Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, at vísa á, hvør skal vera standa á odda fyri samráðingunum um nýtt landsstýri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 08:28

Fyri døgurða í dag verður greitt, hvør eigur fyrsta tørn í royndunum at skipa samgongu.

Formansrunda verður fyrrapartin.

Har fara teir seks flokkarnir, sum nú eru í løgtinginum, ein og ein, til løgtingsformannin at siga, hvønn teir vilja hava sum samráðingarleiðara.

Ætlanin er at byrja klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sjálvur biðið um at verða loystur úr starvi.

 

Ásett í stýrisskipanarlógini

Formansrundan er ásett í stýrisskipanarlógini.

Har stendur, at innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaðurin uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. 

Løgtingið skal í seinasta lagi fjórða yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. 

Atkvøðir meira enn helvtin av tingfólkunum ímóti uppskotinum, er tað fallið. 

So skal aftur vera formansrunda, ella samráð, sum sagt verður í stýrisskipanarlógini.

 

Løgtingsfundur 22. desember

Og løgtingsformaðurin skal koma við nýggjum uppskoti um løgmann, áðrenn fýra yrkadagar eru farnir. Løgtingið skal sama dag, uppskotið kemur, atkvøða um tað. 

Um so er, at løgtingið fýra ferðir fellir uppskot um løgmann, skrivar starvandi løgmaður, sum í hesum føri er Bárður á Steig Nielsen, út nýval.

Fyrsti løgtingsfundur í hesum valskeiðinum verður 22.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537