Verkfallið í Bretlandi ávirkar jólaferðsluna

Verkfallið í Bretlandi ávirkar jólaferðsluna
Tað kann gerast torført hjá nógvum bretum at koma heim á jólum, tá ið starvsfólk í jarnbreytarverkinum í kvøld fara í verkfall
 
24.12.2022 - 09:13

Seinasta verkfallið hjá limunum í fakfelagnum fyri starvsfólk innan flutningsgeiran byrjar í kvøld kl. 18 og varar til 27. desember. Flestu tokini gevast at koyra um 3-tíðina seinnapartin. Marknaeftirlitsfólk á flogvøllunum eru eisini í verkfalli. 

Fyrstu verkfalsdagur var í gjár, og tá vóru starvsfólk frá bretska herinum innkallað at standa í passeftirlitinum á flogvøllunum. 

Fakfelagið hjá marknaeftirlitsfólkum sigur, at fleiri fólk sluppu ígjøgnum passeftirlitið uttan nakað veruligt eftirlit. Verkfallið varar árið út, - tó undantikið 27. desember. 

Aðalskrivarin í fakfelagnum PCS, Mark Sewotka, sigur, at verkfallið verður helst hert eftir nýggjár, um politikararnir ikki sessast við samráðingarborðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949