39 fólk í Brasil eru ákærd fyri álopið á senatið

39 fólk í Brasil eru ákærd fyri álopið á senatið
Tey 39, sum higartil eru ákærd, eru ákærd fyri at brúka harðskap, herverk og hóttanir til at avtaka fólkaræðið
Túsundtals stuðlar hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, mótmæltu nýggja forsetanum, Lula, uttan fyri Senatið 8. januar og tóku seg síðani inn í Senatið
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
17.01.2023 - 15:50

39 fólk í Brasil eru ákærd fyri sín leiklut, tá tey trokaðu seg inn í senatið 8. januar.

Túsundtals stuðlar hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, mótmæltu nýggja forsetanum, Lula, uttan fyri Senatið 8. januar og tóku seg síðani inn í Senatið.

Tey 39, sum higartil eru ákærd, eru ákærd fyri at brúka harðskap, herverk og hóttanir til at avtaka fólkaræðið.

Fleiri enn 1200 onnur vóru handtikin fyri ófriðin, sum var 8. januar, tá mótmælisfólkini framdu umfatandi herverk í Senatinum og hægsta rætti, sum húsast í sama øki.

 

Minti um Washington

Fleiri politifólk fingu skaða, og øll hendingin minti um hendingina í Washington 6. januar í fjør, tá fólk trokaðu seg inn í amerikansku kongressina.

Fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro, segði seg vera skelkaðan av ófriðinum kring senatið í Brasil, men brasilski hægsti rættur hevur longu boðað frá, at hann fer at kanna, um fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro, hevur eggjað fólkunum til ófriðin. 

Hesum vísir Bolsonaro tó aftur.

Sambært Reuters, so skal Bolsonaro tó hava sagt aftan á hendingarnar, at tíverri hevur fólkið nú skilt, hvat politikkur er og eru farin at virðismeta frælsi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283