Avlopið hjá Danske Bank setti met

Avlopið hjá Danske Bank setti met
Bankin væntar eisini at hava stórt avlop í hesum árinum
Avlopið hjá Danske Bank í 2023 var 23,3 milliardir kr. eftir skatt. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
02.02.2024 - 14:57

Tað gongur væl hjá Danske bank, sum hevði metstórt avlop í fjør. Vinningurin var 23,3 milliardir krónur eftir skatt.

Tað vísir roknskapurin fyri 2023, sum bankin hevur almannakunngjørt.

Tað eru serliga størri renuinntøkurnar, sum gera mun.

Hækkandi renturnar hava gjørt, at netto-rentuinntøkan hjá bankanum er 35 milliardir krónur.

Tað er næstan 10 milliardir krónur meira enn í 2022. Vøksturin er 39 prosent, skrivar DR.

Leiðslan í Danske Bank væntar, at alopið í ár verður millum 20 og 22 milliardir krónur eftir skatt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949