Móttakari við millumbylgju kanska partur av nýggjari tilbúgving

Móttakari við millumbylgju kanska partur av nýggjari tilbúgving
Kringvarpið er partur av tilbúgvingini, og tað er gjøgnum Kringvarpið, at fólk skulu hava boð um, hvussu tey skulu bera seg at í eini neyðstøðu
Leivur Persson er stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. (Savnsmynd)
 
26.02.2024 - 13:22

Í sambandi við at trygdarstøðan í heiminum broytist, verður ein móttakari, sum kann taka ímóti signali frá millumbylgjusendaranum í Akrabyrgi, møguliga ein partur av dagførdari tilbúgving í Føroym. 

Tað sigur Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Bjarni Wilhelm.

 

Bjarni Vilhelm, sum í 20 ár hevði ábyrgdina av sendinetinum hjá Kringvarpinum, tá hann var deildarleiðari í Mentamálaráðnum, vísti á hendan møguleikan í tíðindunum fríggjakvøldið.

Kringvarpið er partur av tilbúgvingini, og tað er gjøgnum Kringvarpið, at fólk skulu hava boð um, hvussu tey skulu bera seg at í eini neyðstøðu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

26022024_Tilbugving_og_millumbylgja

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024 3:3 - finala
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101