Betrideildin byrjar aftur: Hetta vænta viðhaldsfólkini (seinni partur)

Betrideildin byrjar aftur: Hetta vænta viðhaldsfólkini (seinni partur)
Viðhaldsfólk siga her sína hugsan um sítt lið, veikleikar, lyklaspælarar og kappingarneytar. Eisini meta tey um topp 4, niðurflyting og toppskjúttar
 
08.03.2024 - 10:45

 

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at bygt ein bul á besta liðnum við lokalum leikarum. Menningin hevur verið eyðsæð, men neyðugt hevur verið við øðrum leikarum eisini. Í ár eru teir lokalu aftur vorðnir eitt ár eldri, og vónandi fer tað at síggjast aftur á vøllinum. Felagið hevur bestu umstøður í landinum við tveimum vallum, innandura fótbóltshøll og venjingarhølum, so fortreytirnar fyri framburði í ár eru tær best hugsandi. Eg vænti, at ungu lokalu menninir verða enn meira sjónligir, og at hetta verður yvirskriftin fyri árið hjá EB/Streymi.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Teir eldru mugu metast sum lyklaspælarar. Har hugsi eg kanska serliga um Andras Olsen, Rógva Egilstoft og Filip Djordjevic, men millum annað Mikkjal Hellisá og Bergur Poulsen stóðu seg eisini sera væl í fjør. Vónandi hava nógvu minuttirnir í fjør gjørt, at teir verða millum berandi leikararnar á EB/Streyms-liðnum í ár. Okkara nýggja spælara, Boubakar Dabo, vænti eg mær eisini nógv av. Hann hevur víst í B68, at hann kann skapa nógv frameftir vøllinum. Um eg skal nevna ein veikleika við hópinum, er tað nokk manglandi breiddin.

 

Harðastu kappingarneytar

Kappingin millum fimm tey niðastu verður sera jøvn og hørð, vænti eg. Okkara lið hevur ikki so breiðan hóp, meðan okkurt av hinum liðunum hevur sera nógvar nýggjar, sum skulu spælast inn. So er tað Skála, sum stóð seg sera væl í 1. Deild í fjør. Tað verður spennandi at vita, hvat teir megna í ár. Í alt vænti eg mær sera javnar og spennandi dystir móti Skála, B68, ÍF og 07 Vestur. Eg vænti ikki, NSÍ endar í tí stríðnum í ár.

 

Í yvirskriftunum

Í fjør varð Mikkjal Hellisá valdur til ársins leikara í EB/Streymi, og hann mentist sera nógv gjøgnum árið. Vit hava altíð kent hansara dygdir, og eg vænti, at bert 22 ára gamli Mikkjal verður ársins spælari hjá okkum aftur í ár. 

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar 7 
Topp fýra? Víkingur, KÍ, B36 og HB 
Niðurflyting? ÍF og Skála
Toppskjútti? Páll A. Klettskarð

 

 

 

Endin av farna kappingarárinum - serliga heiðurliga tapið í steypafinaluni - fer at hava eina góða ávirkan á hópin, har sjálvsálitið frá byrjan er hægri enn undanfarin ár. Kappingarbyrjanin hevur verið ein av høvuðsavbjóðingunum hjá felagnum seinastu árini, men fortreytirnar hjá Jákupi á Borg og spælarunum eru betri í ár.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Lyklaspælarar hjá einum liði á niðaru hálvu fer ofta at vera teir aftastu skansarnir. Áki Johannesen var kanska besti leikarin hjá okkum í fjør, og eg vænti, at hann aftur í ár verður avgerandi fyri hópin. Vónandi kann Brian Jakobsen eisini vera ein positiv ávirkan. Veikleikin hjá liðnum eru ov fáu leiðaratýpurnar í hópinum. Tað er eyðsæð, at gongdin er svingandi ígjøgnum eitt kappingarár, og botnstigið hjá B68 hevur verið ov lágt.

 

Harðastu kappingarneytar

Harðastu kappingarneytarnir fara altíð at vera NSÍ. Tá tú heldur við B68, eru tvey kappingarár, sum koyra í senn. Annað er Betrideildin, og hin er kappingin um Nes sókn. B68 hevur vunnið kappingina um sóknina tvey ár á rað, og vónandi heldur tann gongdin fram.

 

Í yvirskriftunum

Ársins stjørnuskot verður verjuspælarin Aron Reinert Hansen. Remember the name.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar 6 
Topp fýra? KÍ, Víkingur, HB og B36
Niðurflyting? EB/Streymur og ÍF 
Toppskjútti? Jakob Johansson

 

 

 

Kappingarárið í ár er hagtalsliga eitt trupult ár. Tað er ikki ókent, at lið, sum yvirliva eina uppflyting, hava tað trupult árið eftir – bretar kalla tað second season syndrome. Venjaratoymið er óbroytt og kann arbeiða víðari við nógvum, sum riggaði væl í fjør. Jan Ellingsgaard verður saknaður við sínum royndum og førleikum. Frameftir á vøllinum eru Hans Jákup Lervig og Jhon Mena ikki við, og serliga ferðin hjá teimum báðum fer at mangla. Hans Jákup var toppskjútti í fjør, men ta uppgávuna skal Uros Stojanov loysa. Bogi Reinert Petersen, Peter Ullum og Uros koma við kropsstyrki í deyðbóltum. 

 

Lyklaspælarar og veikleikar

ÍF skeyt einans 23 mál í fjør; bara seks mál meir, enn Uros skeyt einsamallur í 2020. Miðaksan á liðnum við Jákupi Nolsøe, Karli Løkin, Boga, Gunduri Petersen og Uros skal við sínum royndum og førleikum bera stóra ábyrgd á sínum herðum. Um liðið skal náa mínari meting, er neyðugt at skava býtt kort og leikbann burtur. Stóri veikleikin er, at hópurin er smalur og tolir illa skaðar og áðurnevndu leikbannini. Afturat hesum hava vit ov fáar skjótar spælarar.

 

Harðastu kappingarneytar

Sum uppflytari, rokni eg við, at Skála fer at verða ein kappingarneyti. EB/Streymur fer eisini at hava tað trupult, tí teir hava mist týðandi spælarar. Um ÍF skal náa míni meting, er neyðugt, at eitt lið afturat Skála og EB/Streymi endar aftanfyri. Eg rokni ikki við, at NSÍ ella tey fýra stóru fara at detta so langt aftur. 07 Vestur hevur mist nógvar lyklaspælarar, bæði føroyskar og útlendskar, og tí er lættari at siga, at teir fáa eina afturgongd, heldur enn B68. Tó talar okkurt fyri, at B68, sum hevur mist týðandi leikarar sum til dømis Boubakar Dabo, Mohamed Samba, Alex Mellemgaard, Benjamin Schubert og Jørgen Nielsen, kemur at stríðast við ÍF.

 

Í yvirskriftunum

Uros Stojanov verður tann fyrsti síðan Uros Stojanov at skjóta meir enn 10 mál í Betrideildini fyri ÍF.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar 7 
Topp fýra? KÍ, B36, HB og Víkingur 
Niðurflyting? 
Skála og EB/Streymur
Toppskjútti? Klæmint A. Olsen

 

 

 

Tað er ongin loyna, at tað ikki gekk sum ætlað, síðst Skála var í bestu deildini, men eg meti, at liðið er væl betri nú. Liðið er væl samanspælt og tykist betri fyri kroppsliga. Hetta kom til sjóndar síðsta kappingarár í 1. deild, har Skála endaði heili 13 stig frammanfyri NSÍ, sum vóru favorittar at vinna næstbestu deildina. Nakrir nýggir leikarar eru komnir til, og teir flestu, ið vóru síðsta ár, halda fram, so tað verður spennandi at fylgja við, hvussu gongdin verður í ár.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Skála hevur ein nokkso óroyndan hóp, tá tað kemur til Betrideildina, so menn sum Jákup Jakobsen og Ari Ellingsgaard vera týdningarmiklir komandi kappingarár - bæði á og uttanfyri vøllin. Tveir aðrir lyklaspælarar hjá Skála eru málverjin Karstin Hansen og áleyparin Carlos Ferreira. Hópurin hjá Skála er smalur, og hetta kann spæla inn, serliga um skaðar koma. Skála hevur ikki serliga høgar spælarar, og av tí sama kunnu deyðbóltar gerast ein veikleiki.

 

Harðastu kappingarneytar

Sum uppflytari er málið ofta fyrst og fremst at yvirliva. Í so máta meti eg, at kappingarneytarnir vera ÍF og EB/Streymur. Tvey lið, sum megnaðu at halda sær í deildini síðsta ár, men sum kunnu fáa tað trupult í ár. Skála hevur EB/Streym á heimavølli í fyrsta umfari, og tað eru slíkar dystir, sum Skála skal fáa stig í, um felagið skal yvirliva í bestu deildini.

 

Í yvirskriftunum

Carlos Ferreira; ein avgerandi spælari hjá Skála komandi ár – maðurin sum skal skora málini.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar 7 
Topp fýra? KÍ, Víkingur, HB og B36
Niðurflyting? ÍF og EB/Streymur
Toppskjútti? Páll A. Klettskarð

 

 

 

2022 var eitt ómetaliga trupult ár upp á allar mátar fyri tey gulu. Í fjør fluttu vit upp aftur við einum flottum fíggjarligum úrsliti. Komandi kappingarár verður sera spennandi fyri NSÍ. Tveir landsliðsprofilar, Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen, eru komnir aftur til Runavíkar, og hetta hevur ótrúliga stóran týdning. Innkeypini annars síggja eisini skilagóð út. Hópurin er væl samansettur, og NSÍ kann aftur bjóða av á ovaru helvtini.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Tríggir teir størstu profilarnir eru Kristian Joensen, Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen. Eg veit ikki, um NSÍ hevur nakran beinleiðis veikleika, men har eru nakrar spennandi avbjóðingar, um NSÍ skal aftur í topp-fýra. Tann sentrali miðvøllurin skal rigga, og so skal verjan standa sína roynd. NSÍ hevur nógvar spennandi verjuspælarar, men avbjóðingin er, at verjan hevur brúk fyri einum greiðum leiðara.

 

Harðastu kappingarneytarnir

Tað er trupult at meta um, tí NSI er ein væl mannaður uppflytari, sum skal lenda aftur í bestu deildini. Um vit skulu beinleiðis aftur í evropeiskan fótbólt, koma vit at kappast við HB og B36 um 3. og 4. plássið. Tann stuttligasti kappingarneytin er B68. NSÍ ímóti B68 er nokk tann besta grannauppgerðin í Føroyum. Stóri spurningurin er, hvør fer at senda meira fýrverk í 2024.

 

Í yvirskriftunum

Petur Knudsen fer at dominera í bestu deildini aftur. Hann fer at skora mál, og so er hann sera týdningarmikil í kontraspælinum hjá NSÍ. Samspælið millum Petur og Klæmint verður avgerandi.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar fýra 
Topp fýra? KÍ, Víkingur, HB og NSÍ
Niðurflyting: ÍF og EB/Streymur
Toppskjútti? Klæmint A. Olsen

LES EISINI: Betrideildin byrjar aftur: Hetta vænta viðhaldsfólkini (fyrri partur)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444