Betrideildin byrjar aftur: Hetta vænta viðhaldsfólkini (fyrri partur)

Betrideildin byrjar aftur: Hetta vænta viðhaldsfólkini (fyrri partur)
Viðhaldsfólk siga her sína hugsan um sítt lið, veikleikar, lyklaspælarar og kappingarneytar. Eisini meta tey um topp 4, niðurflyting og toppskjúttar
 
07.03.2024 - 18:00

 

Eftir eitt sera gott kappingarár í fjør, verður spennandi at fylgja gongdini hjá KÍ í ár. Broytingarnar eru fleiri - bæði í spælara- og venjaratoyminum. Nýggi venjarin, Haakon Lunov, hevur longu verið úti og sagt, at teir fara eftir øllum. Sum fjeppari kanst tú gerast eitt sindur ivasamur eftir so stóra útskifting, og eina viku undan kappingarbyrjan ljóðar tað, at KÍ enn leitar eftir einum ella fleiri spælarum.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Árni Frederiksberg og Jóannes Kalsø Danielsen manna bestu høgru síðu í landinum, og seinnu árini hevur verið týðiligt, at Jákup Biskupstø Andreasen er sera umráðandi fyri samlaða liðavrikið. Vit mangla ein sterkan framherja afturat; Páll Klettskarð hevur verið av drúgvastu og raskastu monnum í fleiri ár, men verður ikki yngri. Um tú ætlar at spæla við í øllum kappingum, er hópurin ov smalur á fremsta plássi. Pætur Petersen er ikki ein beinleiðis avloysari fyri Páll, tí eg vænti, at hann fer at spæla mest á vinstra veingi.

 

Harðastu kappingarneytar

Víkingur fer aftur í ár at verða harðasta mótstøðuliðið hjá KÍ, og teir ljósabláu hava ikki verið til at steðga síðan stóra evropeiska vónbrotið í fjør. Teir eru sera væl fyri likamliga, og hvat viðvíkur fótbóltsspælinum. Teir hava eisini styrkt seg til í ár og hava ein breiðari hóp enn í fjør. Tað er harafturat lættari at motivera eitt lið til at yvirtaka fyrsta plássið enn at endurvinna meistaraheitið fleiri ferðir.

 

Í yvirskriftunum

Hallur Hansson, liðskipari á landsliðnum. Fer hann at spæla vegna skaðar? Og spælir hann, megnar hann so at spæla seg upp aftur á toppin í føroyskum fótbólti?

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar 2
Topp fýra? Víkingur, KÍ, B36 og HB
Niðurflyting? EB/Streymur og Skála
Toppskjútti? Sølvi Vatnhamar

 

 

 

Víkingur hevur eitt ungt, svangt og orkuríkt lið, sum samstundis er stýrt av superroyndum góðskuspælarum í øllum ketum, men sterkasta vápnið og drívmegin í Sarpugerði er samanhaldið. Nú frættist, at Martin Klein Joensen kemur aftur, og hann kemur væl við saman við spælarum sum Jørgini Nielsen og Bergi Gregersen. Ungu spælararnir hava allir fingið eitt ár meira í viðførið, og tað fer at síggjast aftur á vøllinum. Tað verður spennandi at síggja, um okkara menn halda fram við góðu gongdini frá seinnu hálvu í fjør.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Tað sigst, at Sølvi Vatnhamar eldist sum vín, so hann verður alt annað líka eitt vet betri í ár, enn í fjør. Gezá Dávid Turi er drívmegin í maskinrúminum og verður heilt sikkurt ein lyklaspælari hjá okkum í ár. Uttan Gezá kunnu vit verða viðbreknir í toppdystunum. Eisini má eg nevna Olaf Bárðarson, sum vísti stórform síðst í kappingini í fjør. Klárar hann at halda seg skaðafríðan, kann hann verða lykilin til eitt møguligt FM. Veikleiki? Vit vita ikki hvussu unga liðið stendur seg í mótgongd, ella um teir takkla favorittleiklutin, sum teir nú hava í størri mun.

 

Harðastu kappingarneytar

Her slepst ikki undan at nevna trífaldu meistararnar úr Klaksvík. Teir hava breiðan og góðan hóp við meir ella minni tveimum góðum spælarum á hvørjum plássi. B36 vænti eg mær eisini nógv av. Teir hava spent bogan í flytingarvindeyganum, og mann hoyrir, at nýggju útlendingarnir hava staðið seg heilt væl í venjingardystunum. HB skal man ongantíð avskriva, men nógv sein spælarakeyp gera, at teir fáa eina trupla byrjan uppá kappingarárið.

 

Í yvirskriftunum

Passið hjá Gezá Dávid Turi. Kemur tað upp á pláss, kann tað skapa yvirskriftir bæði viðvíkjandi landsliðnum, men møguliga eisini viðvíkjandi einum skifti til útlendskan fótbólt.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda?  Nummar 1
Topp fýra? Víkingur, KÍ, B36 og HB
Niðurflyting? EB/Streymur og ÍF
Toppskjútti? Páll A. Klettskarð

 

 

 

Eg gleði meg til kappingarárið. Vit hava valt at nýta nógvar av okkara ungu upprunaleikarum og so at keypa einstakar afturat uttanífrá, so venjararnir mugu fáa frið at byggja liðið upp. Samstundis mugu vit mangan ótolnu áskoðarar brynja okkum við toli, tí vit vita sjálvandi ikki hvønn veg, tað kann ganga. Men eg eri sera spentur uppá henda leistin, og tað tykist, sum HB-viðhaldsfólkini sum heild eru við upp á, at vit brúka so nógv av okkara egna tilfeingi, sum gjørligt.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Eg vænti mær nógv av teimum ungu spælarunum, sum nú eru blivnir eitt ár eldri og hava spælt í fleiri av venjingardystunum. Áki D. Samuelsen verður heilt víst ein av teimum, vit skulu halda eyga við, og tað verður blaðungi Dávid Reynheim eisini, um hann fær spælitíð. Bartal Wardum og Hanus Sørensen verða týðandi spælarar í ár - sjálvandi saman við teimum royndaru.

 

Harðastu kappingarneytar

Harðastu kappingarneytarnir verða B36, sum hevur keypt rættiliga nógv inn, Víkingur, sum hevur víst sera góðar taktir í venjingardystum, NSÍ, sum hevur styrkt seg munandi og ikki ætlar sær niður aftur og so KÍ, sum eisini hevur keypt nógv inn og vil vera við, har tað er stuttligt at spæla.

 

Í yvirskriftunum

Bartal Wardum, sum vónandi fer at verða ein av leiðarunum á HB-liðnum. Miðverjin er sera sterkur í deyðbóltsstøðum, men nógvu skaðarnir liggja og lúra.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Vónandi fremst, men helst aðrastaðni í topp-fýra
Topp fýra? HB, KÍ, Víkingur og B36
Niðurflyting? 07-Vestur og ÍF
Toppskjútti? Klæmint A. Olsen

 

 

 

B36 fer at kappast í oddinum í ár. Venjarin hevur fingið smíðað saman liðið og toymið, sum hann ynskir. Hetta ger tað møguligt at spæla soleiðis, sum mann vil, og tað fer at gera B36 til ein FM-biðil í ár. Nú hevur hópurin eina breidd, sum ger, at tað ber til at spæla nógvar dystir, um B36 spælir seg langt í steypakapping og Evropa. Um metast skal útfrá tíðini, sum verður brúkt í videorúminum, so hendir okkurt afturat. Hetta verður eitt spennandi ár fyri øll í felagnum.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Leitingin eftir útlendskum styrki riggar væl í ár, og B36-toymið hevur ikki tikið hvønn sum helst. Spælarar sum Thomas Lillo, Vilmer Rönnberg og Jelle van der Heyden syrgja fyri, at uppspælið hjá B36 verður sera gott. Marius Lindh kemur við góðsku frameftir vøllinum og orku inn í hópin. So er tað X-faktorurin, Zean Dalügge, sum kemur við 20+ málstigum, og fer at gera hinar álopskendu leikararnar enn betur. Ein fyrimunur er, at føroysku spælararnir kenna leikháttin, meðan tað sjálvandi er spell at missa ársins málverja í fjør, Mattias Lamhauge. Vit hava kortini fingið tveir nýggjar, og man annar teirra ikki fara at taka av møguleikanum.

 

Harðastu kappingarneytar

KÍ hevur eitt sterkt lið, men nógvu broytingarnar og triðja venjaraskiftið upp á 14 mánaðir kunnu gera tað eitt sindur trupult fyrstu umførini. Víkingur líkist sær sjálvum, og um teir fáa eina betri byrjan í ár enn í fjør, verða teir ikki lættir at syfta. Eg eri kortini ikki sannførdur um, at teir halda høga stigið í 27. umfør. Um HB fær tveir ella tríggjar góðar spælarar inn á røttu plássini, verða teir heilt sikkurt við í toppinum. NSÍ er ein "dark horse", men hava ikki neyðugu breiddina, meðan 07 Vestur kann arga viðhvørt.

 

Í yvirskriftunum

Bjarki Nielsen er marran hjá bakkspælarunum í deildini; skjótur, sterkur og drúgvur, og tað er ikki stuttligt at standa fyri. Nú skal hann veksla til fleiri málstig og A-landsliðsúttøku.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar 1
Topp fýra? B36, KÍ, Víkingur og HB
Niðurflyting? ÍF og EB/Streymur
Toppskjútti? Zean Peetz Dalügge

 

 

 

Komandi kappingarár verður bæði spennandi og eitt sindur sorgblítt. Sorgblítt, tí at spælarar, sum vit fjepparar eru góðir við, eru skiftir út við aðrar spælarar. Spennandi, tí vit hava fingið eitt nýtt lið, sum heilt sikkurt fer at vísa sínar dygdir, tá tað er samanspælt. Eisini hava vit fingið nýggjan venjara, sum veruliga brennur fyri sakini. Saman við Tór-Ingari Akselsen sum hjálparvenjara og trygd fyri samanhaldinum skuldi borið til at fingið eitt gott úrslit í ár. Eisini verður tað øgiliga spennandi at vita, hvussu fer at gangast okkara ungu talentum, sum banka upp á hurðina til besta liðið. Eg giti, at alt í alt fara vit at liggja ovarlaga á tabellini í ár.

 

Lyklaspælarar og veikleikar

Eg havi sæð allar venjingardystirnar, men kenni ikki allar spælararnar enn, og onkur annar er á veg. Av okkara egnu vænti eg mær sera nógv av Jóannisi á Steig í ár. Hann er meiri umráðandi fyri liðið, enn ein gevur sær far um, tí hann er royndasti lokali leikarin. Hann skal traðka til og vísa síni leiðaraevni yvirfyri teimum yngru. Til venjingardystirnar hevur hann spælt við liðskiparabandinum, so venjarin ætlar hann helst í leiklutin sum leiðari. Av teimum útlendsku havi eg høgra bakk, Kevin Egell-Johansen, sum ein lyklaleikara. Hann er ein ólukksáliga góður og skjótur fótbóltsspælari, men ikki minst hevur hann rætta stríðshugburðin og neyðuga "hárið á bringuni”. Júst tað, stúri eg fyri, manglar hjá fleiri av hinum nýggju.

 

Harðastu kappingarneytar

Øll liðini í deildini eru sjálvandi harðir kappingarneytar. Eg giti, at í ár fara vit at síggja nógv fleiri javnar dystir enn í fjør. KÍ fer at snáva nakað oftari enn í fjør, vænti eg, og Víkingur fer siglandi avstað við meistaraheitinum, um skaðar hjá eldru monnunum ikki fara at oyðileggja teimum tað. Annars síggi eg B68 sum okkara “deyðsfígginda” bara soleiðis til stuttleikar. Tað er bert B68, sum  hevur næstan líka gott fjepparafelag, sum vit hava. Tí eru teir okkara nærmastu kappingarneytar, ið hvussu so er uttanfyri vøllin. 

 

Í yvirskriftunum

Venjarin verður tann, sum fer at fáa mest pláss í yvirskriftunum. Hann hevur langa hart út, at hann siktar eftir einum plássi í topp 4. So tað verður antin succés ella fiasko, nokk einki harímillum.

 

Knappar forsagnir:

Vit enda? Nummar 4
Topp fýra? Víkingur, B36, KÍ, 07 Vestur
Niðurflyting? EB/Streymur og ÍF
Toppskjútti? Sølvi Vatnhamar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551