Nú verður verkætlan gjørd fyri Stenomiðstøðina

Nú verður verkætlan gjørd fyri Stenomiðstøðina
Bygningurin verður 1.200 fermetrar, sum skulu býtast millum tvær hæddir
Stenomiðstøðin skal byggjast uppi yvir verandi C-bygningi á Landssjúkrahúsinum, høgrumegin á megin. Og miðstøðin skal knýtast saman við B-bygninginum. (Mynd: Diabetesfelagið)
 
18.03.2024 - 09:31

MAP-arkitektar skulu ráðgeva og prosjektera í sambandi við Stenomiðstøðina, sum skal byggjast í Havn.

Samanumtikið var teirra tilboð tað besta, sambært Landsverki.

Tilboðið er 3,8 mió. kr.

Fimm tilboð komu. Vektingin var helvt um helvt ráðgeving og prosjektering og góðska.

Byggjast skal uppi yvir verandi C-bygningi á Landssjúkrahúsinum. Og miðstøðin skal knýtast saman við B-bygninginum. 

 

Í løtuni heldur Stenomiðstøðin til í hesum byginginum á sjúkrahúsøkinum.

 

1200 fermetrar

Bygningurin verður 1.200 fermetrar, sum skulu býtast millum tvær hæddir.

Avtalan um Stenomiðstøðina var undirskrivað 26.september í 2022.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum var tá, Kaj Leo Holm Johannesen, bað løgtingið um loyvi at taka móti 121 milliónum krónum frá Novo Nordisk grunninum. Tað fekk hann.

Peningurin skal brúkast árini 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum um millum annað diabetis millum Novo Nordisk-grunnin og Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949