- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glaspláturnar verða tiknar niður eftir páskir
Glaspláturnar verða tiknar niður eftir páskir
Glaspláturnar, sum prýða Løgtings-bygningin verða tiknar niður beint eftir páskir. Tilboð upp á arbeiðið koma inn í hesi vikuni
Mynd: Savn
19.03.2024 - 18:25
Síðani skal betongið kannast, og avgerð takast, um glasið skal heingjast upp aftur ella um onnur loysn skal finnast.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum.
Glaspláturnar komu í 2006 og hava hingið har síðani til í summar 2023, tá tvær teirra loysnaðu.
Beint fyri ólavsøku í fjør duttu petti av einari plátu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin.
Og fyrr um summarið datt ein pláta av á hinari síðuni á bygninginum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
1661860
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV