Landsliðsspælari skiftir felag

Landsliðsspælari skiftir felag
Føroyski landsliðsspælarin, Súna Krossteig Hansen, skiftir felag úr Ajax København, sum flytir niður úr bestu deildini, til Skanderborg
Súna Krossteig Hansen hevur verið millum bestu spælararnar hjá Ajax København
 
19.03.2024 - 09:59

Føroyski landsliðsspælarin, Súna Krossteig Hansen, skiftir úr Ajax København til Skanderborg eftir hetta kappingarárið, skrivar portal.fo.

Høvuðsstaðarfelagið, sum flytir niður í næstbestu deildina, kunngjørdi týsmorgunin, at føroyski hondbóltsbakkurin ikki heldur fram í felagnum.

 - Hon hevur verið ein stórur profilur seinastu tvey kappingarárini, og tað hava onnur feløg sjálvandi lagt merki til. Vit høvdu vónað at hildið fast í henni, men tað eydnaðist tíverri ikki, sigur ítróttastjórin og høvuðsvenjarin í Ajax København, Kasper Andersen. 

Ajax København hevur havt eitt sera vánaligt kappingarár, og Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir hava einki stig fingið. Skanderborg gjørdist akkurát ov stutt til at røkka ovara endaspælinum í bestu deildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949