Ovi Brim skipaður í próstaembætið annan hvítusunnudag

Ovi Brim skipaður í próstaembætið annan hvítusunnudag
Talan er um nýtt embæti, har próstur ger nakað av tí, sum dómpróstur og biskupur hava havt, eitt nú viðurskifti hjá prestunum.
Ovi Brim skal sum próstur taka sær av strategiskum málum, ið er menning av kirkjulívinum. (Savnsmynd)
 
19.03.2024 - 10:58

Annan páskadag kl. 11 verður Ovi Brim, prestur, skipaður í embætið sum próstur. 

Talan er um nýtt embæti, har próstur ger nakað av tí, sum dómpróstur og biskupur hava havt, eitt nú viðurskifti hjá prestunum. 

Ovi Brim skal sum próstur taka sær av strategiskum málum, ið er menning av kirkjulívinum. Hann skal menna talgildar mannagongdir í fólkakirkjuni í samsvari við eftirspurningin í samfelagnum.

Hann skal eisini hava eftirlit við kirkjubókunum og ábyrgd av samskiftinum millum kirkjuna og stovnar landsins.

Próstur er fyrst og fremst - eins og dómpróstur og biskupur - prestur, skrivar Fólkakirkjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098