Borgarstjóri vil hava flogvøll á Glyvursnesi aftur á breddan

Borgarstjóri vil hava flogvøll á Glyvursnesi aftur á breddan
Nú tað er ivasamt, um vit sleppa av við okkara virðmismesta útflutning, er støðan vorðin nærmast pínlig, sigur Heðin Mortensen
FarCargo hevur fyribilsloyvi at seta seg í Vágum, og henda støðan er nærmast pínlig, sigur Heðin Mortensen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2024 - 09:13

Roynt verður nú av nýggjum at blása lív í málið um ein flogvøll á Glyvursnesi.

- Nú allir møguleikar eru troyttir vesturi í Vágum, og allar ætlaðar útbyggingar ikki loysa komandi krøvini og tørvin, er helst rætt nú at taka málið framaftur.

Tað sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

- Nú tað er ivasamt, um vit sleppa av við okkara virðmismesta útflutning, er støðan vorðin nærmast pínlig, sigur hann.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Savsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fyribilsloyvi

Harvið sipar hann óivað til, at flogvøllurin í Vágum bara hevur eitt fyribils loyvi, so nýggja farmaflogfarið hjá FarCargo kann lenda har.

Flogfarið “Eysturoy” hevur størri veingjarbreiði, enn flogvøllurin var góðkendur til.

- Eg fari at taka málið um flogvøll á Glyvursnesi framaftur og kanna møguleikarnar fyri politiskari undirtøku, kanna kostnað og fíggingarmøguleikar, sigur Heðin Mortensen, og leggur aftrat, at fyrireikingararbeiðið er byrjað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøða eisini er við Heðin Mortensen, borgarstjóra:

 

25032024_Hedin_um_flogvoll

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098