Strika bíðilistan eftir grundstykkjum

Strika bíðilistan eftir grundstykkjum
Vága kommuna hevur gjørt av at strika bíðilistan eftir at fáa grundstykki í kommununi. Sum støðan er nú, er bíðilistin óneyðugur
Kommunan hevur so nógv grundstykki tøk beint nú, at tað er óneyðugt við bíðilista, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri
 
28.03.2024 - 12:44

- Vit hava tøk grundstykkir, og tá gevur tað ikki veruliga meining at hava ein bíðilista.

Tað sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum hevur samtykt at avtaka bíðilistan eftir at fáa grundstykki í kommununi.

Ein onnur orsøk er, at tað kann taka drúgva tíð at arbeiða seg gjøgnum bíðilistan, tá eitt grundstykki verður tøkt, og tað seinkar gongdini nógv.

Vága kommuna hevur í løtuni 15 grundstykki tøk: 9 í Miðvági, 4 í Sandavági og 2 í Vatnsoyrum. Øll, sum standa á bíðilista til at fáa grundstykki í Miðvági og í Vatnsoyrum, hava fingið grundstykki bjóðað.

 

Hoyrið Bjarna Prior, borgarstjóra, greiða frá avgerðini hjá kommununi.

 

Prior_grundstykkir_bidilisti

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949