Funnu hassj í varðhaldinum í Mjørkadali

Funnu hassj í varðhaldinum í Mjørkadali
Hassjið var funnið hjá tí eina manninum, sum nú er ákærdur fyri at smugla 50,5 kilo av hassji til Føroya
Varðhaldið í Mjørkadali. (Savnsmynd)
 
09.04.2024 - 10:34

Hóast fólk eru í varðhaldinum í Mjørkadali, tí tey eru skuldsett fyri at smugla hassj, nýtist teimum ikki at vera hassj fyri uttan í varðhaldinum.

Stutt fyri jól í fjør vóru 14,8 gramm av hassji funnin hjá tí eina manninum, sum nú er ákærdur fyri at smugla 50,5 kilo av hassji til Føroya.

Sambært ákæruritinum var hassjið, sum var funnið í Mjørkdali, til egið brúk.

 

Hassj og pengar

Í hassjmálinum, sum byrjar í Føroya rætti í dag, krevur ákæruvaldið, at hald verður lagt á góð 28,5 kilo av hassji, 2.720 evrur, sum eru 20.264 krónur, 39.000 krónur og so millum tríggjar og góðar 6,4 mió. kr. fyri tey 22 kiloini, sum politiið sigur eru seld.

Haraftrat eru tveir BMW-bilar og tríggjar iPhones.

Ákæruvaldið krevur eisini, at útlendingurin, sum er ákærdur, verður vístur úr Føroyum fyri alla tíð.

Sambært ákæruritinum kom hann til Føroya eftir pengunum, sum hinir báðir ákærdu, sambært ákæruritinum, fingu fyri hassjið, sum teir seldu í Føroyum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283