Býráðslimur í Runavík: "Her er ovmikið av plássi til eitt tjóðleikhús"

Býráðslimur í Runavík: "Her er ovmikið av plássi til eitt tjóðleikhús"
"Um ein nýggj staðseting aftur skal finnast til tjóðleikhúsið, so er Runavíkar kommuna til reiðar at taka ímóti við opnum ørmum," sigur Tóri Højgaard, býráðslimur
 
17.04.2024 - 12:20

Runavíkar kommuna vil fegin hava nýggja Tjóðleikhúsið bygt í sínari kommunu.

Tað sigur kommunan, nú havnarnevndin í Tórshavnar kommunu í gjár - eftir tilmæli frá havnarmeistaranum - samtykti ikki at gera leigusáttmála um tjóðleikahús á havnarøkinum.

"Hetta er eingin nýggjur tanki. Vit bjóðaðu landsstýrinum til samráðingar í 2019, og borgarstjórin hevur greitt løgtingsins fíggjarnevnd frá, at vit vóru sinnað at lata eitt stykki til endamálið," sigur Tóri Højgaard, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Runavíkar kommunu.


Tóri Højgaard er býráðslimur í Runavíkar kommunu og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Runavíkar kommunu (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Eiga eisini at hyggja aðra staðni enn bara í Havn

Ein møgulig staðseting í Runavíkar kommunu verður tó ein samráðingarspurningur við Landsstýrið. Eins og fígginginin eisini verið tað. Men plásstrot er so ikki ein trupulleiki. 

"Her er ovmikið av plássi, so tað er eingin trupulleiki at finna eitt pláss til Tjóðleikhúsið," sigur Tóri Højgaard. 

Sambært Tóra Højgaard skulu mentanarhús heldur ikki neyðturviliga staðsetast í høvuðsstaðnum. Og hann er vissur um, at verkætlanin hevði fingið undirtøku í býráðnum. 

"Tá man hevur gjørt eina milliardstóra íløgu í undirstøðukervi og knýtt Skálafjørðin og miðstaðarøkið so væl saman, er tað samstundis upplagt, at slíkir bygningar kunnu liggja aðrastaðni enn í Suðurstreymoyarøkinum," sigur hann.

 

Løgtingslimir síggja eisini fleiri aðrar møguleikar

Hanna Jensen og Eirikur í Jákupsstovu løgtingslimir fyri Framsókn og Tjóðveldi taka bæði undir við, at Tjóðleikhúsið kann staðsetast aðrastaðni enn í Havn.

"Um Tórshavnar kommuna ikki er áhugað í Tjóðleikhúsinum, er tað upplagt, at Tjóðleikhúsið verður bygt aðrastaðni sum til dømis í Fuglafirði ella i Klaksvík." 


Hanna Jensen, løgtingslimur fyri Framsókn, heldur, at vit eiga at hugsa meira um, hvar fólk fara at fjølgast, tá avgerðir um eitt nú staðsetingar av stórum mentanarverkætlanum verða tiknar (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

"Tær almennu mentanaríløgurnar kunnu snilt leggjast aðrastaðni í landinum. Tað ber eisini til at hugsa frameftir og spyrja, hvar samferðsluútbyggingar vera gjørdar, tí hetta kann vera eitt argument fyri staðsetingini av  einum Tjóðleikhúsið," sigur Hanna Jensen.

Hanna Jensen heldur eisini, at tað eitt nú kundi verið ein møguleiki at bygt Tjóðleikhúsið millum Fjarða, í Gøtudali ella í Leirvík. 

"Soleiðis koma almennu mentararkrónurnar tættari at einum øki, sum annars ikki fær nóg nógvan áhuga. Har eru so nógvir møguleikar, um vit hugsa frameftir, um samferðsluna og um hvar vit fara at fjølgast, heldur enn bara byggja har, tað longu er so tætt."

 

Landsstýriskvinnan undrast

Tað undrar, at havnanevndin nú hevur broytt meining og ikki vil gera leigusáttmála um tjóðleikahús, sigur Sirið Steenberg, landsstýriskvinna í mentamálum. 

"Fyrst samtykti býráðið staðsetingina einmælt. Og tað er kommunan sjálv, sum hevur peikað á økið við Eystaru bryggju í Havn. Vit eru klár at fara í tingið við uppskoti um at søkja grunnar um pengar, vit hava bara bíðað eftir at fáa leigusáttmálan upp á pláss. Men eg gangi bara út frá, at málið kemur fyri býráðið, og at býráðið stendur við tí, sum tey hava samtykt av fyrstan tíð." 

Men til spurningin um, hvat so hendir, um býráðið hálsar um, kennir landsstýriskvinnan ikki svarið. 

"Tað er ein heilt nýggj støða, og so mugu vit taka tað til ta tíð. Tí Føroyar skulu hava eitt Tjóðleikhús, og vil man ikki hava tað í Havn, so hyggja vit aðrastaðni," sigur Sirið Stenberg.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270