Samgonguskjalið liðugt

bannari
Samgonguskjalið liðugt
Borgarar í Tórshavnar kommunu verða settir fremst og kommunan skal framtíðartryggjast, stendur í nýggja samgonguskjalinum
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu skal ikki sleppa at sita í Løgtinginum eisini, stendur millum annað í nýggja samgonguskjalinum
 
14.11.2016 - 07:58

Samgonguskjalið hjá nýggju býráðssamgonguni í Tórshavnar kommunu er liðugt, og hevur fingið heitið Vitin í Norðuratlantshavi.

Sambært tí verður borgarin settur fremst, og skjalið fer at framtíðartryggja Tórshavnar kommunu, stendur í tíðindaskrivinum. 

Eldraøkið skal raðfestast 

Komandi býráð hevur millum annað sett sær sum aðalmál at lyfta eldraøkið upp á virðiligt stig, við haldførum loysnum. 

Tað skal eisini verða spennandi hjá ungum at búgva og virka í kommununi. Skúlin á Fløtum skal byggjast beinanvegin, og samgongan hevur eisini sum aðalmál at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti.

Samgongan fer eisini at stimbra grønar orkuloysnir og verja náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu. 

Siga seg vilja arbeiða fyri mentanini

Arbeitt verður fyri at mentan og list síggjast aftur, bæði í leik- og mentanarhúsum og í allari býar-endurnýgging, og hugurin og frælsið at skapa og virka innan leik og list skal eisini stimbrast.

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at loysa avbjóðingina við parkering í býnum, - at útbyggja verandi ítróttarumstøður til at kommunan kann hýsa enn fleiri altjóða ítróttarkappingum.

Og staðbundnu nevndirnar verða uppraðfestar, soleiðis at tær taka virknan lut í býráðsarbeiðinum.

Borgarstjórin ikki í tingið

Síðst í samgonguskjalinum verður staðfest, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu situr ikki á løgtingi. 
 
Allir borgarar verða viðgjørdir eins, gjøgnumskygni og opinleika verður, fíggjarpolitikkurin verður burðardyggur og skynsamur.

Lunnar verða eisini lagdir undir langtíðarí íløguætlanir, sum kunnu røkka tvørtur um valskeið, stendur millum annað í samgonguskjalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860