Hávur kann ikki spæla í Klaksvík

Hávur kann ikki spæla í Klaksvík
Kurvabóltsfelagið Hávur úr Klaksvík kann í løtuni ikki spæla heimadystir sínar í Klaksvík
30.10.2017 - 16:11

Kurvabóltsfelagið, Hávur, má í løtuni flyta sínar heimadystir til aðrar býir og bygdir, tí tað ber ikki til at spæla í Klaksvík.

Ongar kurvar eru í ítróttarhallunum, og fimleikahallirnar eru ov smáar.

Nýggja kurvabóltsfelagið hevur eisini brúk fyri fleiri venjingartímum.

Klaksvíkar kommuna hevur samskift við umboð úr Hávi um karmar og tað verður arbeitt við at loysa málini sum skjótast.

Allir tímar í báðum ítróttahallunum eru fult upptiknir, men arbeitt verður fyri at geva Hávi tímar komandi ár.

Harafturat verður arbeitt við at seta kurvar upp í ítróttarhøll sum skjótast, og hetta verður vónandi veruleiki í inniverandi ári ella í seinasta lagi í januar mánaða.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860