Olja og deyður fiskur í ánni í Hvalvík

Olja og deyður fiskur í ánni í Hvalvík
Svend Hovgaard og aðrir útlendingar fingu ongan fong, tá tey fóru at fiska í ánni í Hvalvík. Orsøkin var, at áin er full av olju og deyðum fiski
31.07.2018 - 22:45

Svend Hovgaard, sum býr í Danmark, hevur stóran alsk til føroysku náttúruna. Hann ger - av sínum eintingum - vegleiðing til útlendingar um fisking í Føroyum. Í síðstu viku fekk hann ein skelk, tá hann saman við øðrum útlendingum fiskaði í ánni í Hvalvík. Í ánni lá deyður fiskur, og áin luktaði sterkt av olju.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Svend Hovgaard upplivir tílíkt í føroysku náttúruni, og tí heldur hann ikki, at tað er rætt, at Føroyar geva sær ta umrøðu, at tær "unspoiled".

Hoyr longri samrøðu við Svend Hovgaard her: - Hetta skal ikki vera Føroyar

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860