Alilaksur hóttir villlaks

Alilaksur hóttir villlaks
Tá alilaksur kemur í áirnar, hóttir hann villaksin og kann hava sjúku við sær, sigur fiskifrøðingur.
28.08.2018 - 20:07

Tí er tað álvarsamt, at nógvur alilaksur, bæði deyður og livandi, er at síggja í Leynará.

SÍ EISINI: Deyður alilaksur flýtur í ánni

Alilaksur, ið fer millum villa laksin, kann bera við sær ymsar sjúkur, hann hevur fingið í aliringunum, bæði virus- og bakteriusjúkur.

Úti á víðum havi er ikki tann stóri vandin fyri smittu, men inni við land, og serliga tá ið alilaksur fer niðan í áir, kunnu ávirkanirnar gerast meira ógvisligar.

Verður kannað nærri

Deyður laksur í Leynará er latin djóralækna. Hesin hevur staðfest, at talan er um alilaks og hevur tikið royndir av honum, sum nú verða kannaðar nærri, millum annað fyri at fáa staðfest, um laksurin í Leynará var sjúkur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444