Glasir: Tingfólk kenna seg villleidd

Glasir: Tingfólk kenna seg villleidd
Fleiri eykarokningar eru á veg, hevur politiska skipanin fingið at vita
08.11.2018 - 20:26

Ein umbøn um 18,7 milliónir kr. í eykajáttan til Glasir er til viðgerðar í tinginum í løtuni, men fleiri eykarokningar fara at koma.

Tað hevur politiska skipanin fingið at vita, og tí hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, givið Landsverki boð um at útgreina, hvussu nógvar eykarokningar koma, so tær kunnu leggjast aftrat teimum 18,7 milliónunum, sum biðið er um.

Rigmor Dam sigur, at hon hevur ikki hug at fara aftur í tingið seinni við eini umbøn um meira pening til Glasir.

Formansskapurin í fíggjarnevndini kennir seg villleiddan, nú eykarokningar fyri Glasir koma rapandi í tingið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012