Eykarokning uppá 46 milliónir krónur

Eykarokning uppá 46 milliónir krónur
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, skal týsdagin greiða Fíggjarnevndini frá, hví peningatrotið er so stórt.
23.11.2018 - 19:28

46 milliónir krónur í eykarokningum fyri skúlabyggingina í Marknagili. Stjórin í Landsverki hevur annars sagt, at eingin eykarokning fór at koma, men so var ikki.

Ein umbøn um eykajáttan kom upp á 18,7 milliónir krónur, og hon er síðani vaksin til 28,4 milliónir krónur. Haraftat kemur ein umbøn upp á 17,6 milliónir krónur seinni.

Fíggjarnevndin hevur boðsent landsstýriskvinnuni í mentamálum at koma á fund týsdagin at greiða frá, hví peningatrotið til skúlabyggingina í Marknagili er so stórt.

Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar fyri Útvarpinum, at ráðið hevur fingið vissu fyri, at allar rokningarnar nú eru komnar.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860