Manningarfeløg taka blaðið frá munninum

Manningarfeløg taka blaðið frá munninum
Annfinnur Garðalíð og Ólavur Gunnarsson heita í dag á myndugleikarnar um at kanna reiðarí við útlendskum kapitali í rygginum
03.12.2019 - 19:47

Vit síggja ein mun millum avreiðingarvirðið hjá føroyskum reiðaríum og so hjá føroyskum/útlendskum reiðaríum. Tað siga Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum og Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum í dag. 

 

Teir báðir siga, at rættast hevði verið, um myndugleikarnir settu størri kanningararbeiði í gongd fyri at kanna, um alt gongur rætt fyri seg við teimum reiðarium, sum hava útlendsk áhugamál. 

 

Hanus Hansen er burturstaddur, og fær tí ikki gjørt samrøðu í dag. Hann sigur tó, at orsøkin til, at JFK samtakið einans hevði eina millión í yvirskotið í 2018 var, at samtakið keypti kvotur á uppboðssølu í fjør, og misti pengar upp á tað. 

 

Hanus Hansen sigur, at tølini hjá Vørn eru skeiv, og afturvísur tí pástandin um, at nevniverdur munur er á avreiðingarvirðinum á skipunum Norðborg og Næraberg. Samstundis sigur Hanus Hansen, at hvørki Annfinnur Garðalíð ella Ólavur Gunnarsson hava kontaktað seg um avreiðingarpís nakrantíð. 

 

Sí innslag frá Degi og Viku í kvøld við at trýst á pílin á myndini. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860