Friðingarmyndugleikar kanna gøtuna í lundalandi

Friðingarmyndugleikar kanna gøtuna í lundalandi
Gøtan í Lamba í Mykinesi verður gjørd uttan loyvi frá friðingarmyndugleikunum og ávirkar náttúruna og órógvar fuglin í lundalandinum
25.05.2020 - 19:46

Yvirfriðingarnevndin hevur biðið lokala friðingarmyndugleikan í Vágum kanna málið í Lamba í Mykinesi, har ein gøta verður bygd gjøgnum lundalandið, tí byggingin krevur loyvi.

Umhvørvið í Lamba er friðað og krevur tí loyvi frá myndugleikunum, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, sum hevur biðið lokalu friðingarmyndugleikarnar í Vágum um at kanna málið nærri.

Mykines er eitt av trimum Ramsarøkjum í Føroyum, og kemst  tað av nógva sjófuglinum, ið livir har.

Síðst í innslagnum er samrøða við Suna Petersen, sum er deildarleiðari á Umhvørvisstovuni og limur í Ramsarnevndini fyri Mykines.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444