Húsaleigan fer at dýrka í Havn

bannari
Húsaleigan fer at dýrka í Havn
Politiski viljin er, at tað skal vera dýrari at leiga í Havn enn aðrastaðni, sigur Andras Róin, nú Bústaðir fær krav um størri avkast
02.07.2020 - 19:59

Sambært bústaðarpolitikkinum, sum nú er settur út í kortið, skulu 100 milliónir brúkast til íbúðir kring landið - meðan 100 milliónir kunnu brúkast til íbúðir í Havn.

Javnseting millum alment og privat fylti nógv í frágreiðingini um bústaðarpolitisk átøk - og henda javnseting er framvegis partur av bústaðarpolitikkinum.

Ítøkiliga merkir tað, at Bústaðir við lóg skal tjena fleiri pengar enn ídag, tá leiguíbúðir verða bygdar í Havn.

Meðan stjórin á Bústøðum kann ugga seg við, at tað kanska verður lættari at fáa privatar íleggjarar at seta pengar í, tá vinningurin er størri, so merkir tað eisini dýrari húsaleigu fyri tann, sum skal leiga:

– Mín leystliga meting er, at húsaleigan kann dýrka eini 20 prosent, sigur Andras Róin.

Sonevnda "avkastkravið", ið sambært landsstýriskvinnuni skal javnseta alment og privat, er bara galdandi, har kapping er á bústaðarmarknaðinum. Kravið er ikki galdandi, tá Bústaðir skal brúka aðrar 100 milliónir krónur at byggja fyri "kring landið."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860