Ótryggar ferjulegur

Ótryggar ferjulegur
Tað kann seta trygdina hjá ferðafólki í vanda, at Erla Kongsdóttir brúkar rampurnar í keiøkinum í Klaksvík og á Syðradalið, sigur Ólavur Eysturdal.
06.07.2021 - 19:58

Erla Kongsdóttir leggur at í Klaksvík og á Syðradali, hóast rampurnar har ikki eru gjørdar til endamálið.

Tað er strandfaraskipið Sam, ið vanliga brúkar hesar rampurnar, og tað skipið er heilt øðrvísi enn Erla Kongsdóttir. 

Landsverk fráskrivar sær ábyrgdina um eitthvørt hendir við rampunum í Klaksvík og á Syðradali, meðan Erla Kongsdóttir røkir Kalsoyarleiðina.

Tó er lítil vandi fyri mannskaða, heldur stjórin á Landsverki.

 

"Tað hendir nokk einki"

Kringvarpið hevur fingið innlit í teldupostsamskifti millum Landsverk og Strandfaraskip Landsins. Í einum telefonnotati frá 26. juni, skrivar Landsverk: 

"Samskiftið við Strandferðsluna ikki hevur borið á mál um tveypunktsrampuna, og at hendan ikki kann brúkast til Erlu Kongsdóttur. Men at tað nokk ikki hendur nakað kortini."

Eisini stendur í teldupostsamskiftinum, at Landsverk onga ábyrgd átekur sær, um um eitthvørt hendir við stemplinum ella um rampan fer niður og onkur skaði uppstendur.

Stjórin á Landsverki metir tó, at hann kann standa inni fyri trygdini hjá ferðafólkum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444