VIDEO: Sverri misti á stokkinum

VIDEO: Sverri misti á stokkinum
Sverri Sandberg Nielsen gav alt, men misti OL-heiðursmerkið á stokkinum. Vónbrotið ferðaðist allan vegin til Føroya, og ikki minst til Miðvágs, har foreldrini fylgdu við
30.07.2021 - 19:47

Ýlið, ið kom frá Sverra Sandberg Nielsen, tá tað varð honum greitt, at hann ikki fekk eitt OL-heiðursmerki heim við úr Tokyo, segði alt. 

Alt um hvussu nógv, ið hann hevur lagt fyri bæði kropsliga og mentalt, fyri at røkka stóra málinum at koma í OL-finaluna. 

Og tá hann hoyknaði saman á kaiini í Tokyo, og var næstan ikki til at troysta, so kendu øll við honum. 

 

Offrað seg sjálvan

Á vegnum hevur Sverri Sandberg Nielsen vunnið EM-gull og -silvur umframt HM-silvur.

Hann hevur víst í verki, at hóast tú kemur úr einari lítlar bygd og einum lítlum landi, so kanst tú kappast við tey allarbestu í heiminum - um tú also ert sinnaður at offra tað, ið skal til. 

Og offra tað, ið skal til, hevur Sverri Sandberg Nielsen í ólíka mát.

 

10 ár fyri at náa OL-finaluna

Í 10 ár hevur Sverri Sandberg Nielsen offrað seg sjálvan fyri at náa stóra dreyminum um at vinna OL-heiðursmerki. 

Alt annað hevur verið sett í bíðistøðu. Útbúgving, ungdómurin og tað, ið har hoyrir til. 

Ýlið í Tokyo var ein staðfesting av, at Sverri Sandberg Nielsen hevði verið so nærvið at røkka málinum, og alíkavæl stóð eftir við ongum. 

Tað skar í hjartað. 

15 hundraðpartar

15 hundraðpartar. Tað var alt, sum skilti Sverra Sandberg Nielsen frá sínum stóra dreymi um at vinna eitt OL-heiðursmerki í rógving. 

Føroyska tjóðin stóð aftanfyri Sverra, og spenningurin var øgiligur.  

Í Miðvág var sannur veitslustemningur niðri á fótbóltsvøllinum, har stórskíggi var settur upp í góðveðrinum.

Foreldrini hjá Sverra, Jórun og Thorfinn Nielsen, vóru millum áskoðararnar. 

Og á ólavsøku í Havn vóru túsundtals fólk komin saman at fylgja róðrinum á stórskíggja á Eystarubryggjum. 

 

Nøgdur við avrikið

Hóast Sverri Sandberg Nielsen var vónbrotin, so var hann nøgdur við avrikið, tá hann hevði fingið sunnað seg. 

Hann hevði róð alt tað, hann megnaði, og hann hevði ongan umbering. Hinir vóru betri á degnum. 

Sverri gevst nú við rógving, hóast hann eisini letur hurðina standa eitt sindur á glopp til, at hann fer at royna at sleppa við til OL í París í 2024. 

OL-finalan

Navn Tíð
1. Stefanos Ntouskos, Grikkaland 06:40.45
2. Kjetil Borch, Noreg 06:41.66
3. Damir Martin, Kroatia    06:42.58
4. Sverri S. Nielsen, Danmark 06:42.73
5. Alexander VyazovkiN, Russland 06:49.09
6. Mindaugas Griskonis, Litava 06:57.60
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860