VIDEO: Tey ungu hava mist tolið við landsstýrinum

VIDEO: Tey ungu hava mist tolið við landsstýrinum
Í dag skulkaðu og koyrdu miðnámsskúlanæmingar á Kambsdali og á Glasi rekkjukoyring uttan fyri løgtingið, fyri at mótmæla koronuhandfaringina hjá landsstýrinum
08.11.2021 - 13:55

Ung, sum ganga í miðnámsskúla á Kambsdali og á Glasi, mótmæltu í dag koronuhandfaringina hjá landsstýrinum. 

Myndugleikarnir eru dupultmoralskir, halda tey ungu, tí samstundis sum tey ungu verða biðin um ikki at savnast uttan fyri skúlan, verða tey tvingað saman í skúlanum. 

Rakul Ró Steintórsdóttir, sum gongur í 3g á Kambsdali, er ein av stigtakarunum. 

"Vit ynskja og vóna, at vit sleppa at vera heima nú, meðan smittan breiðir seg á skúlanum, og síðani sleppa aftur í skúla sum skjótast, har vit eisini veruliga sleppa at vera saman, brúka fríkorterini saman, halda okkara veitslur og tiltøk, og ikki vera bangin fyri at møta upp. Eisini um hetta krevur koronupass ella negativar koronukanningar," sigur hon. 

Rakul Ró Steintórsdóttir og hini ungu vóna, at rekkjukoyringin í dag kann skapa eitt sindur av uppmerksemi um støðuna hjá teimum ungu undir koronu.

"Vit vóna, at kjakið kann fara í gongd aftur, og at landið eisini velur at lurta eftir okkum ungu."

Vit ungu hava gjøgnum alla koronutíðina fingið skyldina kastaða á okkum. At tað eru vit, sum møtast og bera smittuna runt. 

Tey ungu hava í einum skrivi roynt at grundgivið fyri, hví tey eru ónøgd. 

 

SÍ MYNDIRNAR, IÐ BJARNI ÁRTING RUBEKSEN TÓK AV MÓTMÆLINUM Í DAG.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098