Óhepnar laksamyndir á netinum

Óhepnar laksamyndir á netinum
- Herverk kann liggja aftanfyri, heldur Regin Jacobsen, stjóri, tí Bakkafrost hevur gjørt alt fyri at tryggja seg móti slíkum við bæði sterkari nótum og verjugarði á ringinum
03.08.2023 - 21:12

Bakkafrost hevur gjørt alt í Skotlandi fyri at tryggja seg móti, at kópur sleppur í aliringarnar. 

Sterkari nótir eru á ringunum, sum kópurin ikki fær bitið hol á, og einum verjugarði á umleið tveir metrar er settur á ringarnar, sum kópurin ikki fær kastað seg uppum. 

Men hóast tað, so ferðast myndir av skambitnum laksum í aliringi hjá Bakkafrost í Skottlandi á netinum í løtuni. 

Regin Jacobsen, stjórin í føroysku alifyritøkuni, er ógvuliga bilsin um tilburðin.

Hann afturvísir ikki, at talan kann vera um herverk, og at onkur hevur sett hol á nótina fyri at lova kópinum inn.

Bakkafrost er í støðugum sambandi við skotsku myndugleikarnir um trygdina í alibrúkunum, og enn er eingin atfinning komin frá myndugleikunum, tá ræður um tilburðin við skabitnu laksunum.

 

Kópur størri trupulleiki í Føroyum

Stjórin í Bakkafrosti heldur, at trupulleikin við kópi er størri í Føroyum, enn hann er í Skottlandi. 

"Eg haldi, at kópastovnurin í Føroyum er eksploderaður," sigur Regin Jacobsen. 

Bakkafrost fer komandi tíðina at tryggja aliringarnar í Føroyum líka so væl sum í Skottlandi, við at seta sama slag av nótum og verju upp her, so kópurin ikki fær kastað seg uppum.

Eins og í Skottlandi er kópurin eisini friðaður í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098