- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teitur og David boksaðu seg til gull í Danmark
Teitur og David boksaðu seg til gull í Danmark
Nevaleikararnir úr Tórshavn Boksing, Teitur Annand Berg og David Kunoy, vunnu sínar dystir á altjóða boksistevnuni Hvidovre Cup um vikuskiftið
18.03.2024 - 16:55
Teitur Annand Berg og David Kunoy vóru vælnøgdir, tá teir mánadagin seinnapart lendu í Vágum.
Við sær um hálsin høvdu teir hvør sítt gullheiðurmerki, sum teir vunnu á altjóða boksistevnuni Hvidovre Cup í Danmark um vikuskiftið.
Teitur Annad Berg vann trygt upp á stig ímóti Dion Clock, meðan David Kunoy mátti arbeiða hart fyri sínum sigri, sum kom upp á split decision. Tveir av trimum dómarum góvu føroyinginum sigurin.
Teir báðir boksararnir úr Tórshavn Boksing liggja ikki á latu síðuni. Ikki meir enn afturkomnir, fóru teir til venjing, har teir fara at fyrireika seg til boksistevnuna Tuff Nuff í Vordingborg í Danmark, har 200 boksarar úr sjey londum vera við.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV