Tvey tíggjumannafør úr sama felag

Tvey tíggjumannafør úr sama felag
Klaksvíkar Róðrarfelag er í serstøðu í ár. Felagið hevur mannað tvey tíggjumannafør, Klaksvíking og Nólsoyar Páll, og báðar manningarnar, vinir ella ei, ætla sær FM-heitið
25.03.2024 - 15:21

Klaksvíkingur og Nólsoyar Páll. Tvey tíggjumannafør og tvær manningar. Men eitt felag og eitt neyst.

Í síðstu viku flotaðu manningarnar í Klaskvíkar Róðrarfelag tey bæði tíggjumannaførini hjá felagnum, sum fara at kappast um føroyameistaraheitið í stevnunum í summar.

- Vit kenna teir so væl, sum fara at rógva við Nólsoyar Páll, tí vit hava jú verið í sama felag og stuðla uppundir hjá hvørjum øðrum. So hetta er serligt, sigur Brandur Kjølbro á Klaksvíkingi.

 - Vit halda, at tað fer at vera spennandi. Tað fer at vera nakað heilt annað. Vit hava gjørt tað fyrr [kappast ímóti hvørjum øðrum, red.] í fimmmannaførunum, men nú eru tað tíggjumannaførini og vaksnir menn, og nú er tað meir alvorligt, sigur Símun Heinesen á Nólsoyar Páll.

Báðir bátsformenninir eru uppvaksnir í Klaksvíkar róðrarfelag og eru sigursvandir rógvarar frá barnsbeini. Í ár skulu teir kappast hvør ímóti øðrum. 

 - Her er ein útskifting, og so hava vit fingið tveir nýggjar rógvarar. Heilt fantastiskir rógvarar, greiðir Símun Heinesen frá.

Forkvinnan í felagnum, Sonja Kjølbro, ásannar, at støðan er óvanlig.

 - Tað er serligt fyri okkum at hava tvey tíggjumannafør, tað hava vit ikki prøvað fyrr, men eg haldi, at tað er spennandi. Tað er avbjóðandi fyri felagið at hava kappingarneytar inni í húsinum, men vit velja at síggja tað sum eina spennandi avbjóðing, sigur hon.

 

Magnus venur báðar bátarnar

Ein annar í felagnum, sum eisini hevur tikið av avbjóðingini er venjarin Magnus Norðberg.

 - Eg skal sjálvandi syrgja fyri, at báðar manningarnar fáa optimalt burturúr, sigur hann. 

 - Og eg havi gjørt tað soleiðis, at teir sleppa at avgera øgiliga nógv sjálvir, hvussu teir vilja venja.

Klaksvíkingar skulu kortini ikki rokna við at síggja bátarnar báðar rógva kapp á vágni fyrrenn á norðoyarstevnu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098