Tjóðveldi og Framsókn víkja frá grundprinsippum

bannari
13.11.2016 - 12:36
InnlendisPolitikkur
Tjóðveldi og Framsókn víkja frá grundprinsippum
Uttanflokka løgtingskvinnan finst hvassliga at Tjóðveldi og Framsókn, nú flokkarnir peika á Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum sum borgarstjóra í Havn

Tað lekur framhaldandi millum løgtingið og býráðssalin á Vaglinum í Havn.

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvina, sum er avgeraðandi atkvøðan hjá sitandi samgongu í løgtinginum, blandar seg nú eisini upp í stríðið um borgarstjórasessin í Havn.

Í einum hvassorðaðum innleggi á Facebook hevur tingkvinnan at Tjóðveldi og Framsókn fyri at svíkja síni grundprinsippir um eitt frælst og frílynt samfelag við at peika á Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum sum borgarstjóra, sum í verki hevur víst, at hon er ímóti, at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537