Hetta er Grønland (1:4)

09.01.2017 - 16:00
Lívsstílur
Hetta er Grønland (1:4)
Á reportagutúri í Upernavik í 1995 hitti Tórður Mikkelsen føroyingar, ið trivust væl har, hóast bygdin sjey mánaðir um árið er innibyrgd av ísi

Lítla veiðimannasamfelagið Upernavik í Norðurgrønlandi er 750 kilometrar norðanfyri polarlinjuna. Sjey mánaðir um árið er bygdin innibyrgd av ísi, og tá er tyrlan hjá Grønlandsfly einasta samband við umheimin. Millum tey 1.000 fólkini í bygdini, eru sjey føroyingar, ið trívast væl í Upernavik.

Hetta er fyrsta av fýra sendingum frá einum reportagutúri, sum Tórður Mikkelsen gjørdi í Upernavik í 1995.

Føroyingarnir, ið eru við í hesari sendingini, eru William Smith av Argjum, sum um hetta mundið var maskinmeistari á elverkunum í Upernavíkar Kommunu, Heri Johansen av Tvøroyri, ið var leiðari á telestøðini í Upernavik, Annika Sivertsen, sum var í starvsvenjing sum sjúkrarøktarfrøðingur, og hjúnini Jonhard Dahl Jacobsen (sáli) og Malan Dahl Jacobsen. Hann var kommunuverkfrøðingur og hon arbeiddi á sjúkrahúsinum í Upernavik.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444