Vánalig útlit fyri semju um fiskivinnunýskipan

bannari
26.01.2017 - 13:10
InnlendisPolitikkur
Vánalig útlit fyri semju um fiskivinnunýskipan
Formaðurin í Sambandsflokkinum letur illa at samráðingunum við Høgna Hoydal, landsstýrismann

- Útlitini fyri breiðari semju um eina fiskivinnunýskipan eru verri eftir seinasta fundin við landsstýrismannin.

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum í gjár var á fundi við Høgna Hoydal.

Andstøðan hevur fleiri ferðir eftirlýst, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er meira ítøkiligur í samráðingunum.

Sambært Bárði Nielsen var Høgni Hoydal á fundinum í gjár loksins meira ítøkiligur. Men tað bøtti ikki um samráðingarnar, tvørturímóti.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012