Høgni Hoydal: Hetta er frægasta loysnin

14.09.2017 - 14:45
InnlendisPolitikkur
Høgni Hoydal: Hetta er frægasta loysnin
At Høgni Hoydal leggur fólkatingssessin frá sær, merkir, at Magni Arge kann fara í farloyvi, tá hann vil
Við loysnini, sum nú er vald, kann Magni Arge fara í farloyvi, tá hann vil

Høgni Hoydal hevur í dag boðað frá, at hann sigur fólkatingssessin frá sær.

Magni Arge hevur boðað frá, at hann vil í løgtingið, men hann sleppur ikki í farloyvi úr Fólkatinginum sum varamaður.

Í staðin fyri at finna ein annan varamann fyri Høgna Hoydal í Fólkatingið, hevur Høgni Hoydal boðað frá, at hann sigur fólkatingssessin frá sær, so Magni Arge ikki er varamaður longur.

Er hann ikki varamaður, kann hann fara í farloyvi, tá hann vil.

Verið í báðum tingum

Síðani í summar hevur Magni Arge bæði havt sæti á fólkatingi og í løgtinginum.

Hetta er brot á vallyftið, sum flokkurin gav í 2015, og samtyktina hjá flokkinum um, at eitt tjóðveldisumboð fór ikki at at sita bæði á løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð.

Magni Arge hevur boðað frá, at hann tekur farloyvi úr løgtinginum frá í dag at rokna.

Høgni Hoydal sigur, at loysin við fóllkatingssessinum, sum er vald, er tann frægasta.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297