- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýskipan vanlukka fyri Enniberg
Barentshavið er mest týðandi fiskileið hjá flakatrolaranum Enniberg. Tí fóru ávaringarlampurnar í reiðarínum at blinka, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti í nýskipanaruppskotið, at 25 prosent av kvotunum í Barentshavinum skulu seljast á uppboðssølu, og harafturat upp til sjey prosent skulu latast út sum menningarkvotur.
Enniberg hevur síðstu mongu árini havt rætt at fiska 23 prosent av føroysku kvotuni í Barentshavinum. Tá kvotan hevur verið 30.000 tons, hevur tað givið Enniberg stívliga 7000 tons at fiska. Sambært fiskivinnunýskipanaruppskotinum fer stívliga ein triðingur burturav til uppboðssølu og menningarkvotur.
-Fiskivinnunýskipanin verður ein vanlukka fyri flakatrolaran Enniberg, sigur Kaj Johannesen, reiðari, sum vísir á, at Enniberg í besta føri kemur at hava kvotur til eitt hálvt ár.
Reiðarin hevur einki álit á uppboðssøluni eftir vánaligu royndirnar, Enniberg hevur havt við royndaruppboðssølunum, bæði í 2016 og aftur í 2017.
-Mínar royndir við uppboðssøluni eru, at hon kann ikki kallast marknaðargrundað, men heldur kasinogrundað. Kasinogrundað gambling, sigur Kaj Johannesen.
Enniberg fekk einki burtur úr á royndaruppboðssøluni í ár, men í fjør varð reiðaríið meira aggressivt og keypti allan tann partin aftur á royndaruppboðssøluni, sum reiðaríið metti seg hava mist burturav upprunakvotuni.
-Royndaruppboðssølan í fjør kostaði Enniberg 3,7 milliónir krónur, og tað var útvið helvtina av samlaða úrslitinum hjá okkara reiðaríi árið fyri, sigur Kaj Johannesen.
P/F Enniberg hevur havt nøkur góð ár. Yvirskotið í 2014 var 10,4 milliónir, yvirskotið í 2015 var smáar sjey milliónir og yvirskotið í 2016 var 4,7 milliónir krónur. Felagið er væl konsoliderað og eginpeningurin er nú komin uppá 162 milliónir krónur. Tí hevur reiðaríið fíggjarligu styrkina at kappbjóða um kvoturnar í Barentshavinum, ásannar Kaj Johannesen. Reiðarin hevur tó, eftir at hava verið á royndaruppboðssølu í 2016 og aftur í 2017, einki til yvirs fyri uppboðssøluni, sum hann skírir at vera ta reinu gambling.
Kaj Johannesen hevur hoyrt argumentini, at á eini uppboðssølu fer eingin reiðari at bjóða meira fyri fiskin enn hann hevur ráð at gjalda.
-Veruleikin er tó ikki heilt so einfaldur, tí uttan kvotur liggur skipið, og tann støðan kann trýsta reiðaran at bjóða yvirprís á uppboðssøluni, sigur Kaj Johannesen.
Ynskið um at selja rættin at fiska á uppboðssølu hevur staðið ovarlaga á breddanum, síðani sitandi samgonga tók við fyri tveimum árum síðani. Sambært Kaj Johannesen hevur reiðaríið Enniberg roynt at laga seg til henda nýggja veruleika, eittnú við at vera við á báðum royndaruppboðssølum higartil.
Men útlitini eru døpur, nú fiskivinnunýskipanin enn einaferð er komin í tingið. Omaná kemur tilmælið hjá ICES um at lækka heildarkvoturnar í Barentshavinum við 20 prosentum. Fylgja Norra og Russland tilmælinum, so verða bara 24.000 tons til Føroyar - og 3800 tons eftir til Enniberg. Og skuldi tað harumframt hent, at Norra og Føroyar enda í einum stríði um norðhavssildina, eins og londini stríddust um makrelin fyri fáum árum síðani - so kann avleiðingin av tí vera, at føroysku flakatrolarar verða útihýstir úr norska partinum av Barentshavinum.
Kaj Johannesen er so smátt farin at fyrireika seg til 1. januar í 2018, tá partur av veiðigrundarlagnum skal keypast á illa lýddu uppboðssøluni. Reiðarin er farin at hugsa alternativar møguleikar:
-Tað kann til dømis vera at flyta størri part av virkseminum úr fiskivinnuni yvir í ognarmarknaðin og har gera íløgur í bygningar at leiga út, sigur Kaj Johannesen.
Umframt at reka fiskivinnu, so eigur P/F Enniberg í dag helvtina av sølumiðstøðini SMS, umframt aðrar skrivstovubygningar í høvuðsstaðnum, sum verða leigaðir út.
Sí eisini