FMR: - Verkfallið er óheimilað

14.12.2017 - 15:58
InnlendisSamfelag
FMR: - Verkfallið er óheimilað
Fíggjarmálaráðið fer nú í Fasta Gerðarrættin fyri at fáa ógildað víðkaða verkfallið hjá Føroya Pedagogfelagi á stovnunum undir Almannaverkinum

Fíggjarmálaráðið fekk fyri løtu síðani svar uppá áheitan sína um at loyva undantøkum frá verkfallinum, men svarið frá Pedagogfelagnum er ikki nøktandi.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini segði soleiðis fyri løtu síðani:

- Man má siga, at tað er ikki eitt nøktandi svar. Tað einasta, tey vilja gera undantøk til, er eitt fólk á hvørjum stovni ella hvørjari eind hjá Almannaverkinum. Tað kann Almannaverkið ikki brúka, sigur Jan Mortensen. Hoyr innslagið við Jan í brotinum omanfyri.

Avtala í 2014

Í 2014 gjørdu Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommununala arbeiðsgevarafelagið eina semju, har tað millum annað stendur "....at arbeiðssteðgur í minst møguligan mun eigur at raka fólk, sum eru óhjáloin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp at klára seg. Partarnir eru samdir um, at avtalur um undantøk í sambandi við arbeiðssteðg eiga at verða gjørdar út frá omanfyri nevndu atlitum. Á stovni ella fyriskipan, har brúkarin kann verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum, um neyðug námsfrøðilig hjálp ikki verður veitt, skulu altíð nøkur starvsfólk verða undantikin frá møguligum arbeiðsstegði, alt eftir nærri avtalu partanna millum."

Avtalan er undirskrivað 15.januar 2014, og kom í gildi 1.februar 2014.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418