Eingin føroyingur í Panama skjølunum

09.02.2018 - 17:25
InnlendisSamfelag
Eingin føroyingur í Panama skjølunum
Eingin núverandi føroyskur skattaborgari hevur brúkt Panama sum skattaskjól. Tað hevur SKAT í Danmark vissa føroysku skattamyndugleikarnar um.
Mynd: The International Consortium of Investigative Journalists  

Sonevndu Panama skjølini, sum vórðu almannakunngjørd í 2015, avdúkaðu, hvussu fyritøkur og einstaklingar um allan heim hava brúkt Panama sum skattaskjól.

TAKS hevur samstarvað við SKAT í Danmark fyri at finna út av, um nakar føroyingur er nevndur í skjølunum.

Okkurt føroyskt navn var í skjølunum, men TAKS hevur bara áhuga í teimum, sum hava skattskyldu í føroyum.

Panama pappírini avdúka bara ein lítlan part av, hvussu skattaskjól verða brúkt um allan heim, og tí er tað torført at staðfesta, um nakar føroyingur brúkar skattaskjól. Í fjør vóru uppaftur 13 milliónir skjøl - sonevndu Paradise papers - avdúka um brúk av skattaskjóli um allan heim.

TAKS hevur ikki møguleika at gera kanningararbeiðið í sambandi við avdúkaðu skjølini. Tí er samstarvið við SKAT í Danmark kærkomið, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444