Fleiri hagastýri vilja krevja gjald

08.06.2018 - 13:21
InnlendisSamfelag
Fleiri hagastýri vilja krevja gjald
Hagarnir slítast av ferðafólkunum, og alsamt fleiri ferðafólk ganga seg í óføri. Tí er neyðugt at skipa ferðsluna betur, sigur hagastýrislimur

Hagarnir slítast av mongu ferðafólknunum, og alsamt fleiri ferðafólk ganga seg í óføri. Tí er neyðugt at skipa ferðsluna betur, sigur Ísak Petersen, ein av Hagastýrislimunum á Viðareiði. 

Men hann vísir eisini á, at ætlanirnar hava við sær eina tvístøðu um, hvørt tað er rætt at taka pengar frá føroyingum.

Krevja gjald fyri túrar í Nípuhaga

Hagastýrið í Nípuhaga fer at krevja pengar frá fólki, sum ganga í Nípuhaga og út til Trælanípuna og Bøssdalafoss. Tað skrivar VP.fo

Orsøkin er, at so nógv fólk nú ganga í økinum, at tað bæði órógvar heiðafuglin og slítur lendi. Tí er neyuðugt at fáa pengar inn, sum millum annað skulu brúkast til at gera eina gøtu framvið vatnið, har tað í løtuni ikki er gangandi.  

Vilja eisini krevja gjald á Viðareiði

Og eisini á Viðareiði er ætlanin at gera eina líknandi skipan sum í Nípuhaga og sum í Mykinesi, har 100 krónur verða tiknar frá fólki, sum ætla sær út um bøgarðarnar og ígjøgnum lundalandið og í Hólmin.

Á Viðareiði er ætlanin eisini at seta sum krav, at ferðaleiðari skal við, tá gingið verður út á Enniberg, tí sera nógv ferðafólk ganga seg í óføri, sigur Ísak Petersen, ein av Hagastýrislimunum á Viðareiði.

Pengarnir fara í ein grunn

Í Mykinesi hevur Hagastýrið samtykt, at pengarnir fara í ein grunn, sum Hagastýrið umsitur.

Síðani kann søkjast um pengar úr grunninum til verkætlanir, sum tó skulu lúka nøkur krøv, sum eru ásett í reglugerðini.

Tað vil siga verkætlanir, sum stuðla menningini av ferðavinnumøguleikunum í Mykinesi, sum stuðla undir átøk, ið framhaldandi verja nátturðu, fugla- og djóralív í Mykinesi, sum stuðla menningini av landbúnaðinum í Myknesi, stuðla átøkum, ið endurbyggja fornminnir v.m. í Mykinesi og sum heild stuðla einstøku hagapartarnar og Mykines bygd og oyggj á annan hátt.

Stuðla lokaløkinum 

Og á Viðareiði ætla tey sær eisini at tryggja, at pengarnir fara til hagan og útbygging av ferðavinnuni.

Hagastýrið heldur, at tað hevur stóran týdning at miðja eftir at skapa inntøkur í lokaløkinum og nøkur arbeiðspláss, nú farið verður undir hesa skipanina.

Men ætlanirnar hava við sær eina tvístøðu um, hvørt tað er rætt at taka pengar frá føroyingum, og hetta viðurkennir Ísak Petersen, hagastýrislimur á Viðareiði.

Skipanin væntast at koma í gildi í næsta ár. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098